Hin broytingin á mentanarháborgini er formansskiftið í stýrinum. Danin Helvin Høst er avloystur av svianum Lars Hjaltén. Vit takka Helvin fyri hesi fýra árini og ynskja Lars vælkomnan. Nýggi stýrisformaðurin vónar, at hann kann geva sítt ískoyti til, at føroysk mentan verður kend uttanfyri Føroyar. Tí kunnu vit taka fult undir við. Tí umframt at vera við til at menna føroyska mentan, at fáa útlendska mentan hendavegin, so er tað uppgávan hjá Norðurlandahúsinum at medvirka til, at føroysk mentan kemur út um landoddarnar. Ein kann siga, at felags fyri alt virksemið hjá stovninum er at skapa synergi tvs. at gera virksemið so miðvíst og fjølbroytt, at tað kann seta ringar í vatnið her og har.
Føroyingar eru góðir við Norðurlandahúsið. Tað vil tó altíð vera torført at gera øllum tilvildar. Tá hugsað verður um, hvussu nógv mentanarligt virksemi er í hesum landi, og hvussu nógv kemur uttanífrá, so er greitt, at talan vil vera um raðfesting. Slík raðfesting er eisini tengd at teimum persónum, ið standa á odda, hvat hesir hava tikist við, tí umhvørvi teir koma frá og so spildurnýggja umhvørvið í Norðurlandahúsinum.
Nú vita vit ikki, hvussu nýggja leiðslan fer at raðfesta annað enn at hildið verður fram sum higartil umframt at nýggju fólkini koma at seta síni fingramerki á. Tað er greitt, at skal optimalt fáast burtur úr, so mugu aðrir stovnar, fyritøkur, tað almenna og eisini fjølmiðlarnir spæla við og stuðla undir tey góðu mentanarligu tiltøkini. Okkara partur skal so ikki leggja eftir og fara vit sum komandi fjølmiðlahús í Vágsbotni at gera okkara til, at mentanarliga virksemi bæði í Norðurlandahúsinum og restini av landium fær ta umrøðu, sum tað hevur uppiborið. Mentanin er ein av týdningarmestu súlunum í einum tjóðarbygnaði og her ræður um, at allar góðar kreftir virka saman. Eisini fjølmiðlarnir. Tað er tó ein sannroynd, at luturin hjá fjølmiðlunum at stuðla undir føroyskari mentan liggur ikki eftir, tó at hetta verður gjørt eftir førimuni og við tí avmarkaðu fíggjarligu orku, sum er tøk. Her fara vit so eisini at bjóða okkum fram og geva okkara íkast, eftir førimuni sjálvsagt, tá nýggja fjølmiðla- og mentanarhúsið í Tórsgøtu 1 í Havn verður tikið í nýtslu, og Sosialurin verður granni hjá fleiri týðandi mentanarstovnum, Tjóðpallinum, Margarinfabrikkini, Grímu, Undirhúsinum fyri ikki at tala um løgtingi og landsstýri, sum skulu skapa karmarnar rundan um eitt gott, sunt og virkið mentanarlív. Livst so spyrst.
Sosialurin