Lítið er tí sum beindir á, at Løgtingið verður kallað saman. Landsstýrið kann tað sama spara sær ómakin, tí við sínum 15 atkvøðum megnar samgongan einki mál at bera ígjøgnum tingið uttan andstøðuna.
Hinvegin kann andstøðan gera sum hon vil. Men helst er ikki semja í andstøðuni um tað. Um vit hugsa okkum, at Løgtingið verður kallað saman, og at til dømis eitt misálitisuppskot skuldi verið lagt fram um løgmann, so er tað neyvan hugsandi, at tað hevði verið samtykt kortini. Tað stundar til val, og tá vita allir politikarar, at tá gert tú einki, sum kann koma tær aftur um brekku.
Eingin veit, hvør samgonga verður skipað aftan á valið, og tí loysir seg ikki at brenna brýr. Fríggjaríið seinastu tíðina millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin er ikki uttan týdning og hevur sjálvandi sína orsøk.
At Tjóðveldi spískaði fullveldisretorikkin í fólkatingsvalstríðnum hevur fingið summi í Javnaðarflokkinum at ressast við. Onnur – teirra millum helst løgmaður sjálvur – yppa bara øksl og hugsa, at hetta man vera meira í orðum enn í gerðum. Men er onkur kynkur í samstarvinum við Tjóðveldi, so er Sambandsflokkurin hin møguleikin hjá løgmanni.
Kanska hevur júst fólkatingsvalið loypt hvøkk á samgonguna, tí teir tríggir samgonguflokkarnir fingu bara 46,6 prosent av atkvøðunum.
Á løgtingsvalinum høvdu teir 52,8 prosent til samans. Hóast fólkatingsval og løgtingsval ikki kunnu samanberast, tí tey ofta eru so ymisk, so kann tað kortini vera ein ábending.
Skuldi onnur samgonga verið skipað eftir valið, so kundi hon verið millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin. Við fólkatingsvalinum í huga, so hevði slík samgonga verið undir sambandsleiðslu við Bárði Nielsen sum løgmanni.
Samstarvið millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi kann enda av matematiskum ávum – at Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ikki fáa meiriluta. Tá kann Javnaðarflokkurin vera noyddur at fríggja til Sambandsflokkin. Tjóðveldi fer valla í eina fullveldissamgongu við Fólkaflokkin hesaferð. Men tann tíðin fer helst at koma.
Valla verður tingið kallað saman og neyvan verður løgtingsvalið framskundað.

Oddagrein: Valið valla framskundað

