Oddagrein· Vantandi fólkaræði

Í síðstu viku varð endaliga greitt, at Annita á Fríðriksmørk verður
nýggjur landsstýrismaður í mentamálum. Afturímóti er ikki greitt, umnæsti maður á tjóðveldislistanum í Suðurstrreymoy, Finnur Helmsdal, fer á ting fyri Anitu Fríðrismørk. Vantandi semja um almannapolitikkin og ein innanhýsis tvídráttur er orsøkin til, at Finnur Helmsdal hveppir seg við at fara í tingið.

Tað er ein styrki fyri ein persón, at hann torir at siga frá, at í
flokkinum er so álvarslig ósemja um politikkin, og so stórur tvídráttur,
at hann tímir ikki á ting, tí á tingi verður hann settur uttan fyri alla
ávirkan. Men samstundis vísir henda støðan ein veikleika í
Tjóðveldisflokkinum og vantandi fólkaræði í flokkinum.

Harafturat sigur tann íkomna støðan nakað um ta hugsjónarligu broyting,
sum er farin fram í Tjóðveldisflokkinum tey seinnu árini. Vit skulu ikki
so nógv ár aftur í tíðina, tá tjóðveldiskvinnan Karin Kjølbro var ein av
framherjunum á løgtingi, tá tað snúði seg um almannamál og sosialu
samvitskuna hjá heimastýrinum. Tað var mangan, at hon rann inn um
Javnaðarflokkin í vinstru síðu, ella hevði gott samanspæl við
javnaðarpolitikkarar í hesum málum.

Uttan at samanbera Karina og Finn annars, kemst ikki uttan um, at Finnur
í sínum politiska arbeiði hevur verið ágrýtin á almannaøkinum. Hann
tykist hava ein erliga og brennandi áhuga fyri almannamálum og teimum
veiku í samfelagnum. Harafturat hevur hann, eins og Kristian Magnussen,
við síni vitan og arbeiði stóran kunnleika til hetta stóra og tórgreiða
málsøki, sum ein stórur fongur fyri Løgtingið og nevndararbeiðið. Finnur
er bersøgin og ballar ikki sínar meiningar inn. Hetta argar summi, men
onnur halda, at tað er gott, at ein "spaki verður kallaður ein spaki".

Tvídrátturin kom rættiliga í ljósmála í vár, tá Finnur boðaði frá, at
hann tók ikki undir við uppskotinum at taka av endurgjaldið, pápar fáa
fyri barnapening. Málið endaði við persónligum tvídrátti millum Finn
Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, sum átti uppskotið.

Tað er kanska hetta persónliga stríðið, sum fólk hava feskast í huganum,
men málið vísir okkum tann nýggja Tjóðveldisflokkin, sum hevur tveitt
ein fittan part av sosiala førninginum fyri borð. Somuleiðis vísir hetta
málið og málið um Signar á Brúnni okkum, at fólk av røttum kunnu seta
spurnartekin við fólkaræðið í Tjóðveldisflokkinum.

At enda kunnu vit seta spurnartekin við, um ein politikkari, valdur ella
varamaður, kann loyva sær ikki at taka við einum tingstarvi, tá tað er
ósemja millum persónar ella politiska kós á einum málsøki er orsøkin? Er
tað ein háð móti veljarunum?

Sosialurin