ODDAGREIN: Vantandi álit!

Landsstýrissamgongan varð skøkk, tá hon fekk úrslitið frá veljarakanningini fríggjadagin. Føroyingurin sigur ikki bara nei, men eitt greitt nei á fólkaatkvøðuni í mai.

 

Talan er víst um eina veljarakanning, men munurin var so stórur, at landsstýrið skal gera nógv fyri at sannføra veljaran undan 26. mai, um hann skal taka undir við ætlan landsstýrisins.

Óivað hevur fráboðanin hjá donsku stjórnini um fýra ára skiftistíð ørkymlað nógv fólk, men nógv vóru eisini ørkymlað frammanundan. Tað skiltist í øllum førum á almenna fundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum, har fleiri settu spurnartekin við bæði ta fyrru og ta seinnu fólkaatkvøðuna um fullveldi í 2012.

Hetta sæst eisini aftur í veljarakanningini, tí landsstýrisflokkarnir hava torført at sannføra sínar egnu veljarar, tá 22-23 prosent av bæði fólkafloks- og sjálvstýrisveljarunum ætla at siga nei 26. mai. Bara helvtin av sjálvstýris- og bara 62 prosent av fólkafloksveljarunumsigur ja! Eisini er vert at geva gætur, at 10 prosent av tjóðveldisveljarunum ivast. Og uppaftur fleiri í hinum flokkunum eru í villareiði, so her gongur ikki sum prestur prædikar.

Harafturat missir landsstýrið meirilutan í kanningini. Sostatt er grundarlagið hjá landsstýrinum alt annað enn gott, tá havt verður í huga, hvussu stórum og álvarsligum máli landsstýrið arbeiðir við. Hugsast kann tí, at kreftir í bæði Sjálvstýris- og Fólkaflokkinum vilja taka ætlan landsstýrisins til nýggja viðgerð!

Politiskan støðan er rættiliga ruðuleikakend. Landsstýrið fær ikki størri undirtøku, uttan at tað slakar, og kanska fær Javnaðarflokkin við í eina loysn, sum liggur innan fyri ríkisfelagsskapin.

Samanumtikið er veljarakanningin ein dyggur dómur yvir fullveldistilgongd landsstýrisins, sum so nógv orka er løgd í, at tað kann ikki skírast annað enn vantandi álit.