Oddagrein· Viðgera orkumál sum heimsborgarar

Tað kom sera dátt við, tá miðlar um allan heim í gjár avdúkaðu, at Bushstjórnin í USA í áravís hevur givið vísindafólkum í eitt nú almennari tænastu kjaftband í sambandi við gransking og kanningar av altjóða veðurlagsbroytingum. Eftir øllum at døma hava Bush, Cheney og aðrir av heykunum í stjórnini sett sær fyri at forða fyri, at sannleikin um ávirkanina CO2 útlátið hevur á veðurlagið á knøttinum er komin út til almenningin. Hetta helst fyri at gagna eitt nú oljuáhugamálunum hjá m.a. Cheney varaforseta og somuleiðis áhugamálum hjá Bushfamiljuni í oljuídnaðinum.

Samtíðis sum henda dáragerð er avdúkað letur ST almennakunngera eina frágreiðing, sum staðfestir, at CO2 útlátið hevur stóra ávirkan á veðurlagið, at mannaættin er við til at taka grundarlagið undan sær sjálvum so við og við, og hon heitir á heimsins tjóðir um at minka um dálkingina í stundini.

Hetta er í tøkum tíma, tí stórt lobbyarbeiði hevur leingi verið gjørt frá fleiri av teimum multinationalu feløgunum og høgrastjórnum í fleiri londum í Vesturheiminum, eitt nú USA at gera til einkis ávaringarnar frá vísindafólkum um mannaelvandi veðurlagsbroytingarnar.

Tað er gott, at hetta kemur fram júst nú, tá eisini vit í Føroyum skulu til at gera okkum hugsanir og meiningar um hetta álvarsmál, sum vit øll, lítil og stór lond, eru partur av. Kyotosáttmálin er til viðgerð í samfelagnum í løtuni og sama við framtíðar føroyska orkupolitikkinum. Hesi bæði eru so aftur tengd saman. Um eina góða viku verður aðalorðaskifti á løgtingi um orkupolitikkin, og vónandi fer kjakið og tær frágreiðingar, sum eru komnar fram úti í stóru verð, eisini at eiga pláss í hesum orðaskifti. Spurningarnir um orkuframleiðslu og nýtslu og spurningurin um umhvørvið eru nær tengdir, og tí eiga vit at taka teir undir eitt, tá orkumálið verður umrøtt. Latið okkum fáa eitt breitt, gott og ærligt orðaskifti, og latið okkum viðgera hesi mál sum heimsborgarar og ikki bara avmarka tað til okkara egna tørv og gerandisdag.

Sosialurin