Føroyskt vinnulív, ið áður mest snúði seg um fiskivinnuna, er í dag nógv meira fjøltáttað, og so við og við hava eisini aðrar vinnugreinar fingið fótin fastan. Her er bæði talan um ferðavinnu, KT-vinnu, frálandavinnu oa. Altjóðagerðin hevur so eisini fingið fótafesti her hjá okkum, og hon er eisini við til at seta síni fingramerki á okkara vinnulív.
Alsamt fleiri føroyskar fyritøkur gerast meira internationalar. Her er við at henda ein hugburðsbroyting, ið serstakliga uppá longri sikt kann gagna øllum samfelagnum. Betraða samskiftið við útheimin eigur so eisini sín lut í hesum positivu broytingum. Alsamt fleiri føroyingar við útbúgving og royndum venda eisini heimaftur fyri at vera við til at menna vinnulívið. Hetta er so vónandi nakað, sum fer at síggjast aftur í framtíðini. Føroysk vinnulívsfólk eru eisini virknir partar av ráðstevnum og messum í útlandinum eins og vit eisini fáa vinnulívsfólk henda veg at halda ráðstevnu, fyrilestrar og skeið. Eisini tað at Føroyar gerast meira sjónligar gjøgnum umboðsstovur í útlandinum hevur sína góðu ávirkan á vinnulívið.
Uppgáva okkara er at upplýsa men eisini krittiskt at seta teir røttu spurningarnar fyri harvið at skapa grundarlag undir einum breiðum og góðum kjaki. Sosialurin leggur í dag fyri við umleið 12 vinnusíðum, har vit viðgera vinnuna breitt. Vit hava vitjað FJM í Runavík, vit hava verið á ferð við Faroe Jet, her er tilfar frá oljuráðstevnuni í Havn, vit vitja nýggju skrivstovuna hjá Sansir í Danmark, vit hava verið við til fletting, nýggjur vinnuportalur verður umrøddur, alingin er aftur á breddanum osfr. Eisini eru vit við til spennandi fyrilestur við fyrrv. amerikanska forsetanum, Bill Clinton. Tað skal vera okkara vón, at lesarar, lýsarar og viðskiftafólk annars fara at taka væl undir við hesi menning av blaðnum, sum tit eisini kunnu gerast partur av.
Sosialurin