Mentan og list eru tætt bundin at Ólavsøkuni, og hátíðin er eyðkend av eini røð av mentanarligum og listaligum tiltøkum. Ítróttin er kanska ein tann mentanarligi táttur, sum flestir føroyingar koma í samband við, um vit síggja burtur frá móðurmálinum, sum vit øll eru felags um. Ítróttin er mennandi fyri likam og sál og hevur stóran týdning fyri fólkaheilsuna. Meira enn fimtan túsund føroyingar eru meira ella minni virknir innan tey ítróttafeløg, sum eru skipað í ÍSF. Týdningurin av hesi ”fólkarørslu” kann ikki yvirmetast.
Í eini tíggju ár hava vit hoyrt um týdningin av virknum mentanarpolitikki. Vit mugu eisini viðurkenna, at skiftandi landsstýri hava dugað væl at orðað mál og strategiir fyri hesum mentanarpolitikki. Vit hava fingið nógv skilagóð álit við bjørtum málum og skilagóðum tilmælum, ja, so seint sum seinasta vikuskifti varð enn eitt tónleikaálit handað landsstýrinum. Men vit noyðast í øllum hesum høpi samstundis at staðfesta, at allar tær vøkru ætlanir kosta skattakrónur. Tað skal ikki nógv hugflog til samstundis at staðfesta, at politisk og fíggjarlig vælvild fylgir ikki øllum hesum skilagóðu ætlanum og tilmælum. Hetta er mikið spell, og vit kunnu bert vóna, at vend kemur í.
Tað veri nú langt frá okkum at nýta henda teig í seinasta blaðnum fyri Ólavsøku til grenja um trótandi mentanarpeningaliga vælvild. Hinvegin er Ólavsøkan ein stór mentanarhending, so tað ger væl einki, at vit minna okkara fólkavaldu á, at eitt minstamát av sambandi má vera millum orð og gerðir. Miðlahúsið ynskir, sum greitt er frá í grein í hesi útgávu av blaðnum, at sláa eitt slag fyri mentanina. Vit hava saman við tilvitandi og jaligum sponsorum - kommunum, Norðurlandahúsinum og privatum fyritøkum stovnað Listavirðisløn Miðlahúsins. Virðislønin, sum verður uppá 50.000 kr., skal latast einum ella fleiri listafólkum ella bólkum, ið hava sýnt góðar listagávur. Vit vilja við hesum gerast partur av tí vaksandi bólki av privatum vinnufyritøkum, sum stuðla føroyska mentan og list. Hetta at privatar fyritøkur stuðla listafólki er gott fyri listina, tað er einki yvir at dylja, at tað eisini er gott fyri vinnuna, og tað er gott fyri landið. Listin er grundleggjandi fyri samleika og trivnað, og listin gevur okkum gott umdømi úti í heimi. Í altjóðagerðini møtast ymsar mentanir. Hetta er gott og mennandi fyri allar partar, men hetta krevur, at okkara listafólk fáa dyggan almennan og privatan stuðul, so tey kunnu fara út í heim at vísa, hvat vit hava at bjóða og fáa avbjóðingar og mennast. Vit eiga eitt stórt mentanarligt tilfeingi í okkara listafólkum, og vit eiga øll at viðurkenna hetta og stuðla listafólkunum.
Sosialurin
Til u mb rotara…..
Eg ætli at hon skal fylla allar sseks teigarnar við eini mynd eisini
Ætlði at bruka myndina sum var I olavsøkublaðnum, sum fór í hvørt hús av økinum sunnan fyri miðlahusið…
Virðing fyri mentan og list