Oddagrein: Virðir Sambandi fólkaræði í Føroyum?

Alsamt fleiri sambandsrøddir trína fram á torg og siga, at løgmaður eigur tvinga samgongufólk til ikki at taka undir uppskotinum hjá løgtingsformanninum.

Seinastur í røðini er Helgi Abrahamsen, varamaður Sambandsfloksins á Løgtingi.

Hann sigur soleiðis í lesarabrævi: »Undir øllum umstøðum átti løgmaður at víst seg sum ein samríkismann, og kravt av Tjóðveldi, at uppskotið varð tikið aftur«.

Hví í allari víðu verð skal løgmaður krevja av løgtingsformanninum, at hann skal taka uppskotið aftur? Hvørjum gagnar tað?

Løgmaður hevur sagt í Løgtinginum, at hann fer einki at gera og kann einki gera, um so verður, at uppskotið verður samtykt. Helgi Abrahamsen og onnur bangin sambandsfólk mugu skriva sær tað aftan fyri oyrað, at eitt hvørt tingfólk hevur loyvi at leggja fram tey uppskot, tey vilja fyri tingið. Nei, tað er ikki eitt samgongumál at avtaka fólkatingssessirnar. Men tað er so nógv annað, sum heldur ikki er samgongumál sum verður viðgjørt í løgtinginum.

Í roynd og veru hevur hetta uppskotið einki upp á seg. Samríkisflokkur ella ikki. Valla heldur fær tað undirtøku millum øll tjóðveldisfólk. At tað skuldi verið samtykt er óhugsandi, men ja, sjálvandi er tað ein møguleiki.

Men tað hevði verið valdsmisnýtsla av grovasta slag, um løgmaður hevði kravt av løgtingsformanninum, at uppskotið ikki skuldi verið viðgjørt. Tað hevði verið ódemokratiskt. Og tað er demokratiskt órógvandi, tá Helgi Abrahamsen sigur, at »hetta hevði ikki gingið, um Sambandsflokkurin átti løgmann«.

Her er nakað grundleggjandi misskilt, um løgmaður skal ráða fyri, hvørji mál verða vigjørd á tingi, har løgmaður ikki ein gong kann vera limur!

Og skulu vit hava loysing, so er tað júst í Løgtinginum, tað byrjar, og síðani Føroyar fólk, sum skal taka ta avgerðina. Eingin fornermaður løgmaður skal misnýta sítt vald at mótarbeiða tí. Avgerðin er fóksins.

Ynskir fólkið loysing, so skulu vit sjálvandi hava loysing.

Einki bendir á, at fólkið ynskir loysing, so ræddu sambandsmenninir kunnu sláa kalt vatn í blóðið fyribils.