. Soleiðis var við Afghanistan og soleiðis var við Irak. Hvørt hetta nú var sanna grundgevingin ella ikki, so vísir tað seg nú, at ameriskanskir hermenn í stórt mát mótvegis fangum hava framt álvarsom brot á mannarættindini. Hetta er hent bæði í Afghanistan og í Irak. Eisini bretskir hermenn pína krígsfangar.
Øll vita, at kríggj er ikki spæl, øll vita, at ræðuligar gerðir verða framdar i krígstíð. Hetta merkir ikki, at heimurin skal góðtaka slíkar ræðuleikar. Í hesum høpi hava demokratiskar stjórnir eina serstaka moralska ábyrgd. At heimsins leiðandi demokratiski statur, USA, letur hermenn sínar fremja valdsgerðir og pína krígsfangar kann undir ongum umstøðum verða góðtikið. Hesar illgerðir eru av tí ónda og púra óneyðugt skuldi verið at grundgivið fyri hesum. Men latum okkum kortini gera tað. Hetta er av tí ónda, tí píning ella torturur í sjálvum sær er ómenniskjanligur atburður. Hartil kemur hetta, at eitt demokratiskt land sjálvt undir kríggsumstøðum hevur skyldu at liva upp til tey etisku virði, sum demokratiið er grundað á. Hetta merkir, at demokratiska samfelagið alt hevur viðurkent meginreglurnar fyri mannarættindunum. Afturat hesum kemur so altóða Genevesáttmálin um rættindi hjá krígsfangum.
USA stendur sum leiðari í NATO-samgonguni og ríkisfelagsskapurin stendur USA sera nær. Millum danska forsætisráðharran og amerikanska forsetan er politiskt og persónligt vinarlag. Danmark tekur sum einasta norðurland lut í hersetingini av Irak. Danmark og harvið ríkisfelagsskapurin hava tískil eina moralska medábyrgd av tí andstyggiliga atburðinum hjá ávísum amerikanskum og bretskum hermonnum í Irak. Føroya landsstýri eigur at minna forsætisráðharran á hetta og átti landsstýrið tí at boða honum frá, at Føroyar sum partur av ríkisfelagsskapinum ikki kunnu góðtaka torturin í Irak. Forsætisráðharrin eigur at nevna hetta, tá hann um nakrar dagar hittir sín góða vin Bush, forseta á almennum fundi í Washington.
Sosialurin