ODDAGREIN: Vit Vilja hava dupulta løn!

– Eg havi nógv onnur og størri mál at arbeiða við.

Tað sigur Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, løgmaður, tá vit spyrja hann, um hann fer at taka stig til at broyta løn­ar­við­ur­skift­ini hjá politikarum so­leið­is, at fráfarin landsstýrisfólk, sum aftur taka sæti á tingi, ikki bæði fáa løn frá landsstýrinum og løg­ting­i­num í senn.

Spurdur beinleiðis, um hann fer at leggja slíkt uppskot fyri tingið, sum kann spara skattgjaldarunum mill­i­ónir, er svarið hjá løgmanni púra greitt: Nei!

Sum hann sjálvur sigur, so hevur hann onnur og størri mál at arbeiða við. So­leiðis kann staðfesast, at løg­mað­­u­­r og tingfólk halda tað vera í fín­asta ordan, at tey oyðsla soleiðis við al­mennum pengum.

Tað sum er serliga merkisvert við hes­um er, at bæði Kári P. Høj­gaard og Kaj Leo Holm Johannsen hava fyrr lagt júst hetta uppskot fyri tingið við júst somu grund­gev­ing, at tað líkist ongum, at lands­stýr­­is­­menn, sum fara frá og taka við ting­­starv­­inum aftur, fáa dupult løn í seks mán­aðir.

Í lønarposanum hjá einum frá­farn­­um landsstýrismanni, sum tek­­ur sæti aftur á tingi merkir tað, at teir fáa eina fjórðings millión krón­ur eyka!

Tað fær Kári P. Højgaard nú, og tað fær løgmaður eisini, tá hann fer úr lands­stýr­i­num og aftur í tingið – eins og øll hini seks landsstýrisfólkini, verða tey vald á ting.

Vit kunnu soleiðis staðfesta, at Kári P. Højgaard og Kaj Leo Holm Jo­hannesen høvdu persónligan á­huga í at broyta hesi viðurskfitini, tá tað vóru aðrar persónar, tá »gekk út yvir«. Men nú, tá tað sæst aftur á kon­t­oini hjá Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen persónliga, so hev­ur pípan fingið annað ljóð.

Hetta er enn eitt prógv fyri, at politikararnir ikki áttu at sloppið at gjørt av sínar egnu lønir. Tá teir tosa um at broyta lønarskipanina, so eru tað bara lótir. Bæði Kaj Leo Holm Johannesen og Kári P. Højgaard hildu hesa broyting verða neyðuga, tá Jørgen Niclasen, Annika Olsen og Jacob Vestergaard seinast fingu fjórðingsmillión í eykaløn. Men nú tá teir sjálvir hava vunnið sær rætindi til hesa órímuligu eykaløn, nú hevur pípan fingið annað ljóð.

Hetta er ikki óreiðiligt, tí teir gera sum lógin ásetur.
Men hetta er sera ódámligt og lítið álitisvekjandi!