Oddalið hava hepnið

Skála stríddist fyrimyndarliga, og við bara eitt lítið sindur av hepni fingu teir eisini stig burturúr. Men hepnið er aloftast nakað, sum hoyrir einum oddaliði til

Fótbóltur

 

EB/Streymur mundi vita, at talan undir ongum umstøðum skuldi verða um lættan dyst á Skála.

Skála hevur aloftast havt eitt sera gott tak á júst EB/Streymi. Ikki minst á heimavølli. Hartil var oddaliðið enn einaferð meint rakt av fráveru. Høgni Madsen breyt eitt bein í fótinum seinast, og tí er hann ikki tøkur. Somuleiðis er Mikkjal Thomassen skaddur, og tá Arnbjørn Hansen hartil var sjúkur, var broddurin í álopsspælinum ikki tann sami.

 

Eitt kontra var nokk

Tí vóru broytingar neyðugar, og leingi órogvaðu hesar oddaliðið, sum hevði ilt við at fáa miðvøllin at hanga saman.

Tað komst tó eisini av, at Skála ikki hevði hug at geva oddaliðnum nakran serligan arbeiðsfrið. Við góðum trýsti á miðvøllinum fluttu teir spælið langt niðan á vøllin, og ofta gjørdist talan um heilt vandamiklar støður framman fyri EB/Streyma-málið. Ta einu ferðina við púrasta leysum Obi, men Rene Tórgarð var vakin og fekk byrgt fyri málinum.

Og so hendi tað so ofta, sum tað ger í slíkum støðum. Hart kroysta oddaliðið fekk møguleikan stutt fyri hálvleik, og so vóru teir ísakaldir.

Upphavið var eitt av mongum hornaspørkum hjá heimaliðnum. Skjótt kontra varð sett ígongd, og so kundi Hans Pauli Samuelsen senda Hanus Eliasen avstað. Og ísakaldur helt fuglfirðingurin verjuspælara frá bóltinum, samstundis sum hann sendi fram við Predrag Markovic í Skála-málinum.

 

Málið tók luftina

Málið hevði helst sína sálarligu ávirkan á liðini bæði.

Eftir steðgin hevði Skála í øllum førum ikki orku at leggja sama trýst á gestirnar, sum í nógv størri mun kundu kontrollera dystin heim.

Ikki endiliga tí teir nú spældu so øgiliga væl, men sendingarnar hingu nú betur saman. Hóast Skála royndi at flyta fólk fram, so gekst illa at fáa nakað skipað trýst á mótstøðuna, sum tí ofta kundi spæla seg úr trýstinum við einari ella tveimum sendingum.

Og við nakað størri neyvleika kundu gestirnir eisini punkterað dystin. Størsta møguleikan átti ein púra leysur Hanus Eliasen, men eisini var talan um aðrar vandastøður, sum Skála-málverjin tó tók sær av.

Í hinum endanum megnaði Skála sjáldan at skapa tað stóra eftir steðgin, men hóast tapið, so er einki at ivast í, at hópurin kann taka nógv góð ting við sær úr dystinum. Hesa ferð rakk tað ikki móti sterkasta liðinum í landinum. Men verðua hugburður og spæl á sama støði komandi dystirnar, er einki til hindurs fyri, at stigini á Skála gerast nakað væl fleiri komandi vikurnar.