Teir 14 áskoðararnir, sum høvdu leitað sær í høllini á Kambsdali í nógva kavanum leygardagin, fingu ein nógv meiri spennandi og undirhaldandi dyst at síggja, enn hvat tey helst høvdu væntað sær, tá ið heimaliðið GÍ/Tjaldur fekk vitjan av Kyndli. Dysturin var ein av teimum allarbestu hjá felagsliðnum úr Eysturoynni, og høvdu tær verið eitt sindur meiri neyvar í avgerandi løtum, so er ikki óhugsandi, at tær høvdu kunnað ognað sær minst annað stigið.
Gekk javnt á
Fyrri hálvleikur gekk rættuliga javnt á. Liðini fylgdust væl fyrstu løtuna, og tá ið 11 minuttir vóru leiktir, stóð á jøvnum 6-6. Síðani fór Kyndil nakað frá heimaliðnum, men eysturoyarkvinnurnar reistu seg aftur og fingu minkað um munin, so at bert eitt mál var á muni, tá ið komið var inn í seinast leikminuttin í fyrra hálvleiki. Tað eydnaðist tó Kyndli at fáa tvey mál aftrat í seinasta leikminuttinum, so at tær høvdu eina hálvleiksleiðslu upp á trý mál 16-13.
Tað kostaði heimaliðnum dýrt í fyrra hálvleiki, at tær ikki dugdu at útnytta síni mongu brotskøst. Tær fingu ikki færri enn fimm slík fyri steðgin, men bert tvinni av teimum endaðu í meskunum aftan fyri Maritu Hermansen í kyndilsmálinum. Kyndil fekk somuleiðis fimm brotskøst fyri steðgin, men hjá teimum eydnaðist tað at fáa tey øll í netið. Eftir steðgin misnýtti heimaliðið tvey brotskøst aftrat, so at tey gjørdust sanniliga dýr hjá teimum gulu úr Eysturoynni.
Kyndil slóg til,
tá ið á stóð
Kyndil kom væl frá byrjanini av seinna hálvleiki. Tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið liðskiparin hjá føroyameistarunum, Jórun Ludvig, legði liðið hjá sær á odda 21-16, og tríggjar minuttir seinni legði Ann Hansen Kyndil á odda 23-17, men so steðgaði fullkomiliga upp hjá teimum grønu, meðan GÍ/Tjaldur veruliga fekk gongd á hjá sær.
Kyndil skoraði ikki næstu tíggju minuttirnar, meðan heimaliðið skoraði fimm ferðir, so at støðan var 23-22 til Kyndil, tá ið átta minuttir vóru eftir at leika.
So vaknaði Kyndil aftur og fekk lagt seg avgerandi á odda, so at tær vunnu dystin 28-25.
Dysturin steðgaður fleiri ferðir
Systrarnar Beinta Joensen og Mona Langgaard stóðu seg væl hjá felagsliðnum, eins og málverjin Annika Gregersen.
Hjá Kyndli royndust Lotte Sørensen og Brynhild Klein væl í álopinum, meðan Jórun Ludvig leikti ein stak góðan dyst í verjuni, umframt at hon fekk fleiri mál.
Dysturin bleiv annars steðgaður fleiri ferðir, tí at tað lak so illa í høllini, so at neyðugt var í heilum at turka gólvið.