Hondbóltur
Meðan Stjørnan ikki spælir fyrr enn í annaðkvøld, brúkti VB dagin í gjár til at økja munin til Klaksvíkarkvinnurnar upp í trý stig.
Kyndil var stigaleyst undan dystinum í gjár, og satt at siga var ongan tíð nakað serliga sannlíkt, at tær skuldu fáa fyrsta stigið í gjár.
VB setti seg frá byrjan á dystin, og hóast Kyndil fylgdi so hampuliga væl við fyrsta góða korterið ella so, so stóð greitt, at yvirvaldið var dekan av stórt hjá teimum grønu.
Seinastu løtuna undan steðginum tók VB eisini veruliga dik á seg, og eftir steðgin var eingin bøn. VB vann seinna hálvleik ikki minni enn 13-4, og tað boðar frá tí muninum, sum eigur at vera millum topp og botn í deildini.
Soleiðis heldur VB framvegis rimmarfast um oddasessin, tó at munurin væl kann minka niður í eitt stig longu í annaðkvøld.
Kyndil hevur hinvegin framvegis einki stig, og hjá teimum ræður um at sláa til, tá tær um viku vitja á Skála.
Fakta um dystin
VB-Kyndil 29-13 (16-9)
10 min: 6-3
20 min: 9-7
40 min: 20-10
50 min: 27-12
Málskjúttar
VB: Gurið Mortensen 7, Daiva Toumaite 6, Laila Jespersen 3, Aukse Vysniaskaite 2(2), Una Egilsdóttir 2, Sára Samuelsen 2, Svava Vestergaard 1, Bára Mortensen 1
Kyndil: Ása Christiansen 4, Barbara Egilstrøð 3, Ronja Mikkelsen 2(2), Helena á Krákusteini 1, Beinta Laursen 1, Halla Midjord 1, Linda Johannesen 1
Brotskøst: VB 4, Kyndil 3
Útvísingar: VB 1, Kyndil 2
Dómarar: Blagoje Buha & Zeljko Jotic