EB/Streymur hevur ikki verið serliga ágangandi í 1. hálvleiki í heimadystinum ímóti botnliðnum B71.
Eftir steypasigurin leygardagin kennist tað eitt sindur linligt við Margáir, men tað hevur eydnast heimaliðnum at leggja seg framum 1-0 í 1. hálvleiki.
Hans Pauli Samuelsen legði fríspark innfyri úr vinstru, B71 málverjin, Símun Rógvi Hansen, boksaði út frá, og eftir eitt sindur av aftur og fram smekkaði Bárður Olsen til úr umleið 22 metrum, og bólturin sang í netmeskunum.