Maðurin sum skipaði fyri yvirgangsatsóknini í París í síðstu viku er nú deyður. Tað upplýsti franska ákæruvaldið fyri altjóða fjølmiðlum fyri løtuni síðani.
Abdelhamid Abaaoud varð dripin, tá løgreglan í gjár stormaði eina íbúð uttanfyri París. Tá hevði løgreglan fingið frænir um, at yvirgangsmaðurin goymdi seg í íbúðini.
Tað gekk tó ikki friðarligt fyri seg, tá løgreglan royndi at taka seg inn í íbúðina. Ein kvinna sprongdi seg sjálva í luftina, meðan løgreglan og yvirgangsmenninir skutu eftir hvørjum øðrum.
Tá skotbardagin var yvirstaðin, fann løgreglan líkið av 27 ára gamla Abdelhamid Abaaoud. Óvist er hví hann doyði, tí hann hevði bæði skaða frá kúlum og bumburestum.
Átta fólk vórðu handtikin í íbúðini, meðan tvey fólk doyðu. Tey deyðu vóru kvinnan við bumbuvestinum og oddamaðurin sjálvur.