Oddasessurin er í vanda

1. DEILD: Tað endaði javnt, tá ið toppliðið FC Suðuroy var á vitjan hjá HB, sum stríðist fyri at sleppa undan at flyta niður

Hóast tað í dag endaði 2-2 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá HB, so er FC Suðuroy framvegis favorittur at flyta upp

Nú tveir triðingar av kappingini eru um at vera farnir, er FC Suðuroy framvegis topplið í næstbestu deildini og fremsta evnið at flyta upp í bestu deildina.

 

Eisini í annaðkvøld verður FC Suðuroy besta boðið upp á uppflytara. Men tað er ikki vist, at FC Suðuroy í annaðkvøld verður topplið í næstbestu deildini.

 

Í dag vóru suðuroyingarnir í Gundadali, og har endaði tað 2-2 ímóti teimum næstbestu hjá HB, sum við 10 stigum eru aftast í deildini. FC Suðurpy er topplið við 34 stigum, og Víkingur er næstfremst við 32 stigum. Seint seinnapartin í morgin fer Víkingur at spæla í Klaksvík.

 

Í dag var tað Dánjal Reginsson, sum í 12. minutti legði HB á odda. Hann hevur nú skorað fýra mál í ár.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Alexander Holm Kilgour, sum javnaði til 1-1, og tveir minuttir eftir steðgin var Alexander Holm Kilgour aftur málskjútti og so var 2-1 til gestirnar. Alexander var harvið tvímálaskjútti í dag, og hann hevur nú skorað trý mál í næstbestu deildini í ár.

 

HB svaraði aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið Magnus Holm Jacobsen. Hetta er fyrsta málið hjá honum, sum hann hevur skorað, síðani hann í vetur flutti aftur í barndómsfelagið.

 

Annan leygardag fær HB vitjan av FC Hoyvík, og tá fær FC Suðuroy vitjan av KÍ.

 

 

 

Í morgin

 

KÍ – Víkingur: Alex Troleis kl. 17.30

 

FC Hoyvík – B71: Árni Brandsson Petersen kl. 16.00

 

TB – B36: Høgni Madsen kl. 15.00

 

Hóskvøldið

 

AB – NSÍ 3-2

 

FC Suðuroy18972392534
Víkingur171025402432
B3617872362231
AB18864361730
TB17683251526
B7117746242225
NSÍ18567273421
174310173215
FC Hoyvík173311133812
HB182412214910

 

 

 

 

 

 

 

Hóast tað í dag endaði 2-2 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá HB, so er FC Suðuroy framvegis favorittur at flyta upp