Oddasessurin skiftir eigara

Fýra dystir verða spældir í Vodafone-deildini í dag.

Fyrsti dysturin hetta umfarið varð spældur í gjár, tá Víkingur basti NSÍ, og hetta gevur trimum øðrum liðum møguleika at taka oddasessin í dag.

HB hevur heimavøll móti AB, og vinnur HB ætlaða favoritt-sigurin, koma teir upp á 13 stig.

Tað hevur B36 eisini møguleika til, men á pappírinum hava teir eina munandi truplari uppgávu, tá teir á útivølli skulu takast við EB/Streym.

EB/Streymur hevur siglt vandasjógv fyrstu umførini, men sigurin í Gøtu seinasta mánakvøld munaði sera væl, og vinna teir aftur í dag, eru teir í ringasta føri eitt stig aftan fyri oddaliðið.

Á Toftum er botnuppgerð millum B68 og framvegis sigursleysa KÍ, og í Sørvági tekur 07 ímóti ÍF í einum dysti, sum eisini av álvara líkist einum botnbraki.