Í gjárkvøldið vóru fýra teir fyrstu dystirnir í 26. umfari í eingilsku landskappingini asvgreiddi,og i kvøld verða seks teir síðstu dystirnir spældir.
Ivaleyst er størsti áhugin fyri uppgerðini á Emirates stadion í London, har Arsenal fær vitjan av Manchester United. Bæði liðini vóru í vikuskiftinum fyri stórum eyðmýkingum. Arsenal tapti 5-1 í Liverpool, tá ið støðan eftir 20 minuttir var 4-0, og hjá Manchester United var tað stórt vónbrot, at liðiå á heimavølli ímóti Fulham ikki megnaði meiri enn 2-2.
Oddasessurin hjá Chelsea er ikki so tryggur eftir 1-1 á útivølli ímóti WBA í gjárkvøldið. Tí er møguleiki við fullari úrtøku at vinna oddasessin hjá Arsenal og eisini Manchester City, um tað ikki eydnast hjá Arsenal. Manchester City fær vitja av Sunderland, sum er undir niðurflytingarstrikuni.
Í stríðnum um europeisku atgongumerkini eru tríggir aðrir spennandi dystir á skránni í kvøld: Tottenham skal royna seg í Newcastle, Liverpool er á útivølli ímóti Fulham, sum síðst spældi Manchester United eitt puss, og Everton er stórfavorittur á heimavølli ímóti Crystal Palace, ið stríðist fyri at sleppa butur úr hóttanini av niðurflyting.
Í kvøld
Newcastle-Tottenham kl. 19.45
Manchester City-Sunderland kl. 19.45
Everton-Crystal Palace kl. 19.45
Stoke-Swansea kl. 19.45
Arsenal-Manchester United kl. 19.45
Fulham-Liverpool kl. 20.00