Oddbjørn Joensen, venjari hjá AB, sleppur ikki at standa við róðrið í ein dyst, eftir at hann bleiv burturvístur í 1-1 javnleikinum móti B36. Tað hevur fótbóltssambandið staðfest.
Les eisini: (Ljóðbrot) Oddbjørn um burturvísingina
Tað var í seinna hálvleiki í landskappingardystinum farna vikuskiftið millum B36 og AB, at Rúni Gaardbo fór tvísporandi yvir til bonkin hjá AB. Har vóru boðini greið. Oddbjørn Joensen verður burturvístur fyri at brúka “Niðrandi, háðandi ella óhóskandi orð ella tekin”, sum tað verður orðað í dómarafrágreiðingini.
Les eisini: Upptakt til 10. umfar (Sosialurin á netinum)
Í dómarafrágreiðingini stendur millum annað, at Oddbjørn Joensen og hinir á bonkinum hjá AB ikki akta hvørki 4. dómaran ella linjuverjan, tá teir biða teir seta seg niður.
Sjálvur var Oddbjørn ónøgdur við burturvísingina, tá hann tosaði við Rás2 eftir dystin.
- Eg havi verið í fótbólti síðani 1973, men tað er blivið soleiðis í dag, at nú kann man ikki hava eina viðmerking ella nakað uttan at blíva burturvístur. Dómararnir hava tikið sær alt ov stórt vald á einum fótbóltsvølli. Tað eru ikki longur tríggir partar á einum vølli, men tveir partar og eitt dómaratoymið, sum dømir. Tú sært eisini hvat úrslitið er her, segði Oddbjørn Joensen við Rás2 beint eftir dystin.
Hann legði annars afturat, at hann vanliga ikki hevur nakra viðmerkingar um dómarar, men gjørdi eitt undantak í hesum førinum.
Sostatt verður Oddbjørn Joensen ikki á bonkinum, tá AB sunnudagin tekur móti EB/Streymi í botnuppgerðini í Effo-deildini. Tað verður Morten Overgaard, hjálparvenjari, sum tekur yvir.