Effodeildin: Høvuðsvenjarin hjá HB, Oddbjørn Joensen var fattur, tá Hilmar Jan Hansen hjá Rás2 fekk orðið á hann. - Vit vistu áðrenn kappingarárið, at vit ikki kundu fara gjøgnum alla kappingina, uttan at tapa onkrar dystir. Vit fara ikki í panikk av hesum tapinum, undirstrikar Oddbjørn Joensen.
- Vit hava spælt væl fleiri dystir, men hetta var ein av teimum minni góðu dystunum, segði Oddbjørn aftaná dystin. Oddbjørn undirstrikar, at til komandi dyst ímóti KÍ í Klaksvík verður aftur blást til álop.
Hilmar Jan Hansen fekk eisini orðið á tvífalda málskjúttan hjá Vìkingi, Finnur Justinussen, sum fegnast um góðu gongdina hjá Víkingi.
Ì ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra tað, sum Finnur Justinussen og Oddbjørn Joensen søgdu við Hilmar Jan Hansen, aftaná dystin millum HB og Víking.