Við nýggja yrkingasavninum fer Oddfríður M. Rasmussen nýggjar leiðir.
"Lívrám" er í tveimum pørtum. Bókin er soleiðis sett saman, at helvtin av bókini vendir rætt, meðan hin vendir á høvdinum. Tískil kann hon lesast frá báðum endum, men hon kann eisini lesast úr einum enda í annan, alt eftir, um lesarin vil hava hana at enda væl ella illa.
Annar av teimum báðum pørtunum eitur “Lívrám sum viðrakingar.” Hesin parturin er um lívið, og hvussu ein í gloprum, bæði í góðum og illum, verður raktur av lívinum. Hesar yrkingarnar ferðast úr støðum, sum verða hildnar onki at hava at siga og til stórar kosmiskar spurningar, sum vit menniskju hava trupult við at skilja. Hin parturin eitur “Lívrám sum pína í myrkrinum.” Her yrkir høvundurin við sterkum og konsentreraðum myndberingum frá lívinum og skapar ein heim í kistubotninum, har hann knýtir hesi bæði høvuðsevni saman, sum eru at finna í øllum skaldskapi: lív og deyð.
Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permuna á Lívrám. Forlagið Sprotin gevur savnið út.