Hetta er komið til sjóndar á ymsan hátt, eitt nú við at føroyingar sum teir einastu fingu sersømdir, tá Ísland flutti sjómarkið út á 200 fjóðringar. Hetta hendi uttan, at mótrokning av nøkrum slag og var henda avgerð tí ein sonn vinargerð, ið føroyingar ongantíð eiga at gloyma.
Ísland er nú kunnugt komið í stórar fíggjarligar trupulleikar og mangt bendir á, at álvarsamir búskaparligir trupulleikar fara at koma í kjalarvørrinum á kreppuni. Landið hevur tí stóran tørv á gjaldføri. Íslendingar hava sýnt mikið áðræði og vóru fyrstir at gagnnýta altjóðagerðina. Ásannast má, at teir hava dugað væl at troyta teir møguleikar, sum vístu seg, tá allur heimurin so at siga gjørdist ein marknaður. Teir hava dugað væl at rikið sínar altjóða fyritøkur og hava statsað stórt – ov stórt, kann onkur halda. Hinvegin eru størri og sterkari tjóðir enn brøðratjóðin í somu trupulleikum.
Vit í Føroyum vita eitt sindur um hetta at vera í ovurstórum fíggjar- og búskapartrupulleikum og vit hava á egnum kroppi merkt, hvussu tað kennist at standa einsamøll við trupulleikunum. Vit fingu í nítiárunum beiskar royndir, sum seint verða gloymdar. Tað er tí bæði rætt og gott, at Føroyar nú rætta Íslandi bróðurhond, soleiðis, sum tíðindini úr Helsingfors boða frá. Í gjár í Helsingfors í samband við aðalfundin í Norðurlandaráðnum hittust umboð fyri Føroya Landsstýri og Íslendsku Stjórnina. Á fundinum vóru Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Jørgin Niclasen, uttanríkisráðharri, Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri og Geir Haarde, forsætismálaráðharri og Árni M. Mathiesen, fíggjarmálaráðharri. Trupla støða Íslands varð umrødd serstakliga tørvurin á gjaldføri. Landsstýrið hevur frammanundan samráðst við flokkarnar á Løgtingi um málið. Allir flokkar taka undir við ætlanini at veita Íslandi gjaldførislán. Á fundinum boðaðu føroysku umboðini frá, at Føroyar eru sinnaðar til at veita Íslandi eitt gjaldførislán 300 milliónir. Upphæddin verður tikin av innistandandi í Landsbankanum. Tað er einki at ivast í, at allir føroyingar fegnast um og taka undir við hesi avgerð, sum er eitt sjálvsagt lógvatak til brøðratjóðina fyri vestan hav. Vit høvdu herfyri oddagrein, har vit harmaðust um støðuna í Íslandi. Í greininini, sum hevði gamla orðatakið Bert er bróðurleyst bak sum yvirskrift, vístu vit á, hvussu einsamallir frændur okkara stóðu í hesi kreppu, sum hevur verið um at taka heimsins sterkastu lond av fótum. Tað er tí gleðiligt, at Norðurlond og við teimum eisini Føroyar nú rætta Íslandi bróðurhond. Vit eiga at umhugsa at lata lánið rentu- og avdráttarfrítt í eini fimm ár.
Sosialurin