Oddmar skal smíða vindeygu og hurðar

Tað er ikki á hvørjum degi, at tvær móttøkur eru í Skopun sama dag, men soleiðis var mánadagin, tá flakavirkið og snikkaravirkið hjá Oddmari Hentze bjóðaðu inn á gólvið Sannur hátíðardámur var yvir Skopunarbygd mánadagin.

Meðan vit vitjaðu á flakavirkinum, tí móttøka var í sambandi við 40 ára stovningardag, frættu vit, at skopuningurin, Oddmar Hentze, eisini hevði móttøku.

Oddmar er nú til reiðar at fara undir framleiðslu av vindeygum og hurðum á Snikkaravirkinum á Skerinum, tey rópa. Hann hevur leigað seg inn í bygning hjá Sands Timburhandli í Skopun, sum eisini er settur í stand til endamálið.

Longu áðrenn virkið hjá Oddmari er farið undir framleiðslu í Skopun, hevur hann fingið bíleggingar fyri einar 250.000 krónur.

- Eg noyðist at seta ein mann í starv beinanvegin, og helst kemur ein lærlingur seinni. Sum er, havi eg ikki torað at lýst við mínum virksemi.

Oddmar er útbúgvin snikkari hjá BSV, Bygningssnikkaravirkinum í Havn.

Málið hjá snikkaranum er at framleiða dygdar vindeygu og hurðar til føroyska marknaðin, og okkum varð sagt í Skopun, at Oddmar er dugnaligur og snøggur handverkari.

Óhugsandi er ikki, at Snikkaravirkið á Skerinum fer at framleiða hurðar fyri ein stóran útbjóðara á marknaðinum í Føroyum.

- Eg havi verið í sambandi við H-Dygd, sum hava spurt seg fyri, um eg møguliga kann framleiða hurðar fyri felagið. H-Dygd er ein lutfalsliga stór fyritøka, og koma vit ásamt um at framleiða fyri teir, kann hetta gerast ein munandi partur av okkara virksemi, sigur Oddmar Hentze.

Hann hevur góðar vónir um, at hetta verður ein lønandi vinna.

- Jú, eg haldi, at hetta sær lovandi út, sigur hann.