Oddur heldur fram á Dungasandi

Betri deildin menn: Oddur í Haraldsstovu Petersen hevur skrivað undir

Oddur í Haraldstovu Petersen (t.v.) og høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Steffen Landro.

Orkuríki lokali áleyparin hjá 07 Vesturi, Oddur í Haraldsstovu Petersen, heldur fram komandi kappingarár.

 

- Oddur í Haraldsstovu Petersen hevur sett sína undirskrift á blað, so at vit aftur í ár koma at síggja hartarbeiðandi talentið úr Sørvági á vøllinum í okkara litum, skrivar 07 Vestur og leggur afturat:

 

- Í fjør vísti Oddur, at hann heilt sikkurt er ein spælari á veg fram við sjeymíla ferð. Oddur fekk møguleikan sum álopsspælari og tók hann væl. Oddur gongur á odda, tá ið stríðast skal. Hann arbeiðir til hann liggur.

 

Í fjør spældi Oddur í Haraldsstovu Petersen 25 dystir í Betri deildini og skoraði sjey mál. Sostatt var hann nummar tvey á toppskoraralistanum hjá 07 Vestur saman við Jasperi van der Heyden.

 

Oddur í Haraldstovu Petersen (t.v.) og høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Steffen Landro.