Tað líkist avgreiðsluspurningum, tá tey bæði oddaliðini í føroyskum kvinnuhondbólti í dag spæla heimadyst.
Í Vestmanna kemur StÍF á vitjan, og í Havn kemur Stjørnan á vitjan hjá Kyndli. Kyndil og VÍF eru á ovastu sessunum í deildini, meðan Stjørnan og StÍF eru á teimum báðum niðastu sessunum. Roknast kann tí við, at talan verður um dystir, har heimaliðini vinna greiðar sigrar.
Báðir dystirnir í Elektron-deildini í dag byrja klokkan 14.30.