Oddurin óbroyttur

Bæði B36 og HB taptu sínar dystir í dag. Liðini frá nummar trý til seks vunnu øll sínar dystir

B36 er framvegis fýra stig á odda í Effo-deildini. Men teir skuldu hava hjálp frá KÍ fyri at halda fast um leiðsluna.

 

Í Havn var B36 annars betra liðið fyrstu løtuna, men tá Lukasz Cieslewicz misnýtti brotsspark, tóktust gestirnir av álvara at rakna við. Lítla løtu seinni noyddist Róaldur Jakobsen skaddur av vøllinum, og so settu gestirnir seg av álvara á dystin. Finnur Justinussen var stóri maðurin, tá hann skoraði hvørjumegin steðgin, og tá Hørður Askham fekk reytt kort, høvdu gestirnir ikki stórvegis trupulleikar við at halda fast um leiðsluna.

 

HB, sum eltir grannarnar, megnaði tó ikki at taka av møguleikanum. HB spældi í Klaksvík, men hóast nógv trýst, so eydnaðist teimum sjáldan veruliga at spæla seg fram til møguleikar. Miðskeiðis í seinna hálvleiki gjørdist Hjalgrím Elttør stóra hetjan hjá heimaliðnum, tá hann lyfti bóltin upp um HB-málverjan. Rokaligt varð móti endanum, og reytt kort varð havt á lofti, men tað eydnaðist vertunum at halda fast um leiðsluna.

 

Við Margáir helt EB-streymur fast um europiska plássið, tá teir vunnu 3-1 móti Skála, sum stóran part av dystinum spældi við 10 monnum.  Men tá NSÍ eisini vann sín dyst, er støðan í europisku kapprenningini framvegis tann sama.

 

Seinasti dysturin var í Fuglafirði, har B68 rættiliga óvæntað vann 2-1. ÍF átti annars stóran part av fyrra hálvleiki, men innan fyri tveir minuttir í seinna hálvleiki, skoraðu toftamenn tvær ferðir.

 

Dystirnir í dag

B36-Víkingur 0-2 (0-1)

KÍ-HB 1-0 (0-0)

NSÍ-AB 3-1

EB/Streymur-Skála 3-1

ÍF-B68 1-2

 

Støðan eftir 22 dystir

(Víkingur og NSÍ hava spælt 21 dystir)

B36 49 stig

HB 45

Víkingur 36

EB/S 34

NSÍ 31

KÍ 30

ÍF 25

AB 22

B68 13

Skála 12