Oddvør Skarðhamar ger Sarah Bernhardt køkur

Í dag prenta vit uppskrift úr Køku- og dessert-dreymunum hjá Oddvør Skarðhamar.

 Havi altíð verið púra býttur í Sarah Bernhardt-køkum. Henda samansetingin við broysknum botni, mjúkum kremi og so tunnari sjokolátu, ið brotnar millum tennirnar seti eg stóran prís uppá. Ein fullkomin køka. Men eg vil ráða fólki til at gera sær far um dygdina av rávørunum, ið tey keypa og nýta í uppskriftini. Myrk sjokoláta er ikki bara myrk sjokoláta. Líka ræðuligar sum vekao-plátur eru (ikki etandi), líka fantastisk kann sjokoláta frá eitt nú Valrhona, Summerbird ella Lindt vera. Tað ger allan munin.

Vit lata orðið til Oddvør: