Oddvør átti bestu skaldsøguna

Av 28 innsendum handritum var "Sebastianas hús" hjá Oddvør Johansen kosið at vera tað besta. Tað var ein samd dómsnevnd, ið útnevndi handritið. Harvið fekk Oddvør eisini virðislønina, sum var á 150.000 kr.

Fyri uml. hálvum øðrum ári síðani var skaldsøgukappingin í samband við listastevnuna útskrivað. Tá væntaðu fyrireikararnir kanska at fáa eini 5-10 handrit inn. Teir vórðu tó tiknir av bóli, táið freistin varð farin. Heili 28 handrit komu inn.
Katrin Næs úr Hvannasundi var ein av trimum í dómsnevndini, ið skuldi finna vinnaran. ? Vit høvdu ikki droymt um, at tað skuldu koma so mong handrit inn. Tað er so sera stórt arbeiði í at skriva eina skaldsøgu, at hetta høvdu vit als ikki væntað. Umframt tey 28, sum komu inn, veit eg eisini um fleiri handrit, sum ikki blivu liðug til tíðina, so talið kundi verið enn hægri, sigur Katrin Næs.
Í dómsnevndini sótu Katrin Næs, Bergur Hansen og Turið Kjølbro. Uppgávan hjá trýmanna dómsnevndini var at finna besta handritið, men tey høvdu ikki sett sær nøkur minstakrøv til skaldsøgurnar. ? Vit lósu bara og arbeiddu í fleiri umførum. Síðani valdu vit tað handritið, sum okkum dámdi best, og tað vísti seg at vera tað hjá Oddvør, greiðir Katrin frá.

Ònevndir høvundar
Dómsnevndin visti ongantíð hvørjir høvundarnir vóru, ímeðan tey arbeiddu við at velja besta handritið. Allir høvundarnir vóru dulnevndir, bert merktir við einum nummarið. Táið tey høvdu tikið avgerðina, um hvat handrit skuldi vinna, kunngjørdu tey nummarið fyri listastevnunevndini, sum hevði øll nøvnini. ? Vit skuldu velja besta leikritið burturúr og tað gjørdu vit so. Eingin gjørdist nr. 2 og 3 og vit vita framvegis einki um hvørjir hinir høvundarnir eru. Vit vita sostatt ikki um hetta eru nýggir ella vandir høvundar, ið hava sent inn, sigur hon.
Spurd um hini handritini, er Katrin ógvuliga trek at svara. ? Avgjørt varð, at vit einki skuldu siga um hini handritini, eftirsum at hetta var ein dulnevnd kapping. Høvundarnir eiga sjálvir upphavsrættin til handritini, og um teir vilja almannakunngera, so vera teir um tað. Tað er ikki nakað eg kann fara at úttala meg um. Men tað vóru fleiri góð handrit, og eg vænti, at fleiri av teimum fara at verða givin út, heldur Katrin Næs fyri. Víðari sigur hon, at tað jú komu ógvuiliga fáar skaldsøgur út í fjør, og at fólk kanska hava bíða við at geva út inntil eftir hesa kappingina. 150.000 kr er jú nógvur peningur eftir okkara maátistokki, heldur hon.
Hon dugir ikki at siga hvør kapping fer at vera á skránni komandi listastevnu, men hon væntar, at okkurt fer at vera. ? Nú hava tað verið stuttsøgukapping, útvarpsleikskapping, yrkingakapping og skaldsøgukapping, so tað verður spennandi at síggja hvat fer at vera, sigur hon at enda.


Skrivið frá dómsnevndini við grundgevingunum fyri vinnandi skaldsøguni ljóðaði soleiðis:

Skaldsøgukappingarnevndin hevur avgjørt at hei_ra handriti_ Sebastians Hús vi_ vir_islønini hjá Listastevnu Føroya í 2004. Grundgevingin hjá dómsnevndini er henda.


Sebastians Hús er ein prosal_risk skaldsøga vi_ sterkum persónl_singum og einum ey_kendum tí_ar- og sta_ardámi. Rithøvundurin dylir ikki yvir, at talan er um eina Havnarl_sing. Karmurin um alla søguna er Sebastians Hús, sum er vitin av Bor_uni, fluttur til Havnar. Húsini eru ein felags royndarheimur hjá fleiri ættarli_um og haraftrat ein mynd í stø_ugum vøkstri. Hesar l_singar av tí ítøkiliga undir li_ini á tí óítøkiliga geva skaldsøguni ein dám av torgreindum samljó_i og samanhangi. Vi_ sínari n_tslu av serliga ljós-myndini setur rithøvundurin sær fyri at fáa eina samtalu í lag millum hesar í grundini ósambærligu heimar. Á sermerktan hátt ver_ur l_st, hvussu vitahúsini ? eftir at tey eru vor_in b_arhús ? var_veita sína serstøku stø_u og sítt serstaka ljós, sum tey kasta út yvir heimb_in og heimin allan. Hetta ljósi_ er skapan og kreativitetur í fjølt_ddum líki, og hesi ganga sum ein meginæ_r gjøgnum alla skaldsøguna. Samanumtiki_ er Sebastians Hús ein rámandi l_sing av strí_num millum ein vakran og frælsan dreymaheim og so veruleikans krøv og tvingsil. Vi_ hesari skaldsøgu hevur føroyskur skaldskapur fingi_ eina perspektivríka heimsta_arl_sing aftrat.