Oddvør fór eftir øllum

Tað kundi havt gingið betur, men hon fór kortini ikki tómhent úr aftur spælinum.

Tað var Oddvør Ottosen í Vestmanna, sum fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum. Við vertin, Petrinu Berg á Lað, segði hon, at hon spælir gekk av og á og helt fyri, at tað í kvøld gjørdist mega spennandi.

 

Høvuðsvinningurin var á 1,6 miljónir, og hóast Oddvør í kvøld hevði møguleikan at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 550.000 krónum í hvørjum leypi, so valdi hon kortini at koyra alla upphæddina í ein leyp, gula leypin. 

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 20.000 krónum, men hon valdi at royna einaferð aftrat. Í aðru royndini steðgaði hjólið á 30.000 krónum, og eisini her helt hon, at hon fór at royna triðja og seinasta møguleikan.

 

Men, heldur ikki í triðju royndini eydnaðist tað hjá henni at fáa hjólið at steðga á gula leypinum við teimum 1,6 miljónum krónunum. Hesaferð steðgaði hjólið aftur á 20.000 krónum.

 

Sostatt gjørdist hetta eisini vinningurin hjá kvinnuni í Vestmanna í kvøld.

 

Hon slapp at royna seg, og hon fór eftir øllum, og hóast hon kundi havt verið hepnari, fór Oddvør Ottosen ikki tómhent úr aftur spælinum. - Ja, túsund takk fyri, segði hon.