Odmar er stóra ivamálið

Evropa fótbóltur: KÍ fær úr at gera móti Bodø/Glimt. Størsta ivamálið er, um Odmar Færø verður klárur

KÍ fekk torførasta lutakastið, sum kundi hugsast, tá norska Bodø/Glimt kom úr pottinum til fyrsta undanumfari í Champions League. Føroyska meistaraliðið skal nú takast við eitt lið, sum farna kappingarár megnaði at vinna tvær ferðir á italska stórfelagnum AS Roma, ið er undir leiðslu av legendariska José Mourinho.

 

Føroyska felagið hevur havt eina eitt sindur avbjóðandi ferð til Bodø. Norðlýsið skrivar, at helmingurin av viðførinum stóð eftir í Oslo. Ein søga, sum norskir miðlar eisini hava gjørt eitt sindur burturúr.

 

KÍ er sannførandi í føroysku kappingini, og ein av heilt týðandi sigrunum kom á Tórsvølli móti HB fyri hálvari aðrari viku síðani. Hóast ein 2-1 sigur, so var alt ikki bara gott. Odmar Færø mátti nevniliga lata seg útskifta við pínu í økslini. Hann er stóra ivamálið til dystin í kvøld. Norðlýsið skrivar, at Páll A. Klettskarð er at rokna sum klárur. Hann hevur sitið yvir onkrar dystir í seinastuni.

 

Sum skilst, so fer KÍ væntandi at spæla við fimm í verjuni. Hetta er ein spælskipan, sum millum annað Odd, við Gilla Rólantsson á liðnum, brúkar. Odd vann um vikuskiftið 3-2 á Bodø/Glimt. Tað er lítil kjansur, at KÍ verður undirmett.

 

Orsøkin er at venjarin hjá Bodø/Glimt, Kjetil Knutsen, hevur tikið Pro License venjaraútbúgving saman við venjaranum hjá KÍ, Mikkjali K. Thomassen.

 

- Eg kenni venjaran hjá KÍ. Eg tók Pro License venjaraútbúgving saman við honum. Mikkjal er ein ótrúliga dugnaligur maður, og hann hevur ment liðið hjá sær at vera tað greitt besta liðið í Føroyum. Eg havi ikki sæð KÍ, men eg kenni stílin. Tað er eitt sera væl skipað lið, og teir venja nógv. Tað verður stuttligt hjá okkum at møta nýggjum liðum. Vit skulu brúka tíð uppá at seta okkum inn í hvussu KÍ spælir, segði Kjetil Knutsen eftir lutakastið til fyrsta undanumfarið í Champions League undankappingini.

 

- Hann hevur fylgt við okkum, og hevur verið her í Bodø fyri at læra hvussu vit gera. Mikkjal fer at hyggja eftir dystunum Bodø/Glimt hevur spælt tvey tey seinastu árini, tað eri eg vísur í. Mikkjal er ótrúliga dedikeraður og fyrireikar seg væl. Hetta verður eingin "Walk in the Park". Norskur fótbóltur liggur hægri enn føroyskur, og vit eru styrkismettir. Vit mugu tola at vera favorittur. Hetta fer at minna um at møta einum liði úr næstbestu deildini í steypakappingini, segði Kjetil Knutsen tá.

 

Fyrri dysturin millum Bodø/Glimt og KÍ verður í dag klokkan 17. Samrøða verður við Mikkjal K. Thomassen á FM1 í hávleikinum í dystinum millum Víking og Evropa FC, sum byrjar klokkan 19.