Odmar Færø 65 ár

Í dag, mánadagin 5. desember, verður Odmar Færø yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum 65 ár.

Odmar er ættaður av Toftum. Foreldrini vóru Elsa og Oluf Færø. Hon var úr Fuglafirði, og hann var av Toftum. Tey fingu fýra børn, og tey eru Poul, sum var føddur í 1938, Odmar í 1940, Eyðfinn í 1946 og Lissan í 1948.
Poul, Lissan og Eyðfinn búgva í Klaksvík, og Odmar býr í Havnini.
Odmar gekk tvey ár í preliminer og tvey ár á studentaskeið á VBV, har Føroya Studentaskúli tá helt til. Hann fekk húgvuna á høvdið í 1960.
Eftir skúlaárini í høvuðstaðnum arbeiddi Odmar hjá partafelagnum D. P. Højgaard, og hann royndi eisini sjólívið, áðrenn hann fór niður at lesa. Í 1961 fór Odmar til Århus at lesa medisin. Hann var liðugur við lesturin í 1968. Eftir at hava arbeitt í tvey ár á Landssjúkrahúsinum gekk leiðin til Keypmannahavnar, har Odmar fór at útbúgva seg í pediatri ella til barnalækna.
Útbúgvingin var fyri tað mesta á Rískissjúkrahúsinum og eisini partvís á amtssjúkrahúsinum í Glostrup. Síðstu tíðina í Keypmannahavn var Odmar fyrsti hjálparlækni og okkurt skifti avloysari sum yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum.
Dreymurin var altíð at flyta aftur til Føroya. Men tá í tíðini mettu myndugleikarnir ikki, at tað var tørvur á serlækna í pediatri. Tá ið Odmar í 1980 flutti til Føroya, gjørdist hann skúlalækni. Nakrar tímar um vikuna var hann konsulentur á Landssjúkrahúsinum. Í 1984 var yvirlæknastarv í pediatri normerað, og ivaleyst var tað so sjálvsagt, at Odmar, sum var fyrsti føroyski læknin í hesi sergreinini, fekk starvið.
Síðani hevur Odmar verið yvirlækni á Landssjúkrahúsinum. Har er hann sera væl umtóktur. Starvsfelagarnir siga um hann, at hann er dugnaligur, lagaligur og sjáldsama umsorgsfullur. Hetta er komið børnunum, foreldrunum og ikki minst starvsfólkunum til góða.
Í 1994 og í 1995 arbeiddi Odmar í Saudi Arabia, og síðani hevur hann fleiri ferðir verið í Umanak í Grønlandi og arbeitt. At hann fór til Grønlands at arbeiða komst av, at konan í tvey ár var lærari í Umanak.
Odmar giftist í 1963 við Jonnu fødd Johannesen og ættað úr Klaksvík. Foreldrini hjá henni vóru Alexandra og Kaj Johannesen.
Jonna og Odmar búðu í mong ár í Albertslund. Eftir at tey vóru flutt til Føroya, bygdu tey undir Brúnni, og har búgva tey framvegis. Jonna og Odmar eiga ein son. Hann eitur Oddmar, og hann er tannlækni í Aberdeen. Oddmar er giftur við Anna Maria fødd Müller og ættað úr Havnini. Tey eiga trý børn - Odmar, Sandri og Joanna.
Odmar Færø hevur bæði roynt seg sum sangara og fótbóltsspælara.
Meðan hann gekk í studentaskúla, skipaði William Sloan, sáli, fyri, at pláta varð givin út, har Odmar spældi guitar og eitt nú sang Tá eg ein lítil drongur var, og á aðrari plátu sang hann duett saman við Sólrun Skaale av Toftum.
Lestrarárini í høvuðsstaðnum spældi Odmar við B36. Hann var fjølgávaður og kundi nýtast í verju, á miðvølli og álopi, og tað var skjótt, at hann kom á besta B36 liðið, har hann bæði í 1959 og í 1962 var við til at vinna FM heitið. Eisini eftir at Odmar var farin til Danmarkar at útbúgva seg, var hann ofta á B36 liðnum í summarfrítíðunum, og tá ið hann í tíðarskeiðum arbeiddi í Føroyum. Í 1966 var hann partur av KÍ liðnum, sum vann FM. Hetta summarið arbeiddi hann á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Síðani tey fluttu til Føroya hevur Odmar eitt skifti verið nevndarlimur og formaður í B36.
Odmar spældi tríggjar ferðir á fótbóltslandsliðnum. Fyrsta ferðin var í 1961, tá ið Hetland var mótstøðuliðið, og í 1968 og í 1969 spældi hann ávikavíst móti Orknoyggjunum og Hetlandi.
Føðingardagin helt Odmar fríggjadagin saman við starvsfólkunum á Barnadeildini. J