arbeiðir við at styrkja sær liðið til seinnu hálvu av Vodafonedeildini, og tað er í øllum førum greitt, at Odmar Færø aftur fer at spæla fyri B36, har hann hevur fingið tað mesta av sínum fótbóltsliga uppvøkstri, umframt at hann var eyðsýndur í fjør. Tað váttaði venjarin Mikkjal Thomasen í sendingini 3. hálvleikur á Rás2 í gjár. Odmar Færø hevur spælt í Danmark seinastu tíðina, men leitar nú heimaftur at spæla. Odmar Færø er ein av spælarunum á U21 landsliðnum.