Odmar helst til Brøndby

Tað er sannlíkt, at ungi B36’arin í dag skrivar undir sáttmála við danska Brøndby

Fótbóltur

 

Danska transfer-vindeygað letur aftur í dag, og lítil ivi er um, at fleiri spælarahandlar verða at síggja, so hvørt sum klokkan nærkast midnátt.

Ein av handlunum, sum helst er í væntu, hevur føroyska undirskrift. Odmar Færø, sum fyri tað mesta er uppvaksin í Skotlandi, men sum í fyrraárið og í fjør hevur gjørt um seg á besta liðnum hjá B36, er nevnliga heilt nær einum sáttmála við danska stórfelagið Brøndby.

Tað hevur ikki borið okkum til at fáa tíðindini váttað. Jákup í Stórustovu, spælaraumboðsmaður, sigur seg ongar viðmerkingar hava til fótbóltsframtíðina hjá spælaranum, og í Brøndby bar okkum ikki til at fáa fatur á Kim Vilfort, talentstjóra.

Skiftið tykist tó rættiliga sannlíkt, og verður hetta veruleiki, skal B36 kanska standa seg við eini spildurnýggjari verju, tá teir fara undir nýggja kappingarárið.

Í mun til liðið, sum í fjør hevði eina tí sterkastu verjuna í landinum, er Meinhardt Joenen farin úr málinum. Eitt pláss, har B36 tó enn er væl fyri, nú Tróndur Vatnhamar hevur skrivað undir sáttmála við felagið.

Alex José dos Santos hevur í fleiri ár røkt bakkplássið í vinstru, men hann skal eftir øllum at døma spæla við EB/Streymi, har tað sigst, at tey nú bert bíða eftir arbeiðs- og uppihaldsloyvinum, áðrenn sáttmáli verður skrivaður. Í miðverjuni var Dmitrij Jankovic í fjør ein sannur brandur, men hann roynir seg nú í ungverskum fótbólti, og enn er Herbert í Lon Jacobsen ikki farin undir venjingarnar, skilst.

Útskiftingin var eisini sjónlig, tá B36 um vikuskiftið spældi venjingardyst móti Víkingi. Tí her spældi liðið við mest sum púrasta nýggjari verju, har ungir mans av álvara skuldu royna seg.

Víkingur vann venjingardystin 2-1.