Odmar: Koyrdu runt við okkum

Tann av útispælarunum á føroyska liðnum, sum í kvøld mundi standa sterkastur í myndini, var uttan iva Oddmar Færø, sum spældi ein branddyst í miðverjuni. Men sjálvur hevur hann ikki so góðan hug at tosa um tað:

 

– Eg haldi, at Gunnar var heilt framúr í dag og hevði nakrar heimsklassa bjargingar. Vit vóru sum so undir trýsti allan dystin, og 3-0 er so tað. At tað ikki blivu fleiri mál, var ikki so heilt galið, helt Odmar eftir dystin.

 

– Teir eru tekniskt so heilt ótrúliga væl fyri, at hvør einasta sending liggur, har sum hon skal, og teir gera bara alt rætt. Vit máttu bara royna at fylgja við og vita, um vit kundu fáa gjørt sum mest rætt.

 

Miðverjin heldur, at í álopspartinum var ikki nógv hjá Føroyum at gera, tí spælararnir vóru noyddir at renna so nógv aftan á týskarunum, at tá tað kanska kundu komið onkrir møguleikar burturúr, var eingin orka til at taka av, hóast plássið var til tað.

 

– Vit høvdu allir avtalað, at vit skuldu geva okkum 100 prosent og einki lata liggja eftir, og tað haldi eg, at vit eisini gjørdu, segði Odmar Færø.