Í farnu viku gjørdi Odmar Færø sáttmála við danska superligu-liðið Brøndby. 19 ára gamli verjuleikarin hevur staðið seg væl sum verjuleikari hjá B36, og Heðin Askham, høvuðsvenjari, staðfestir, at saknur verður í Færø.
- Odmar Færø skuldi spælt eitt ár í Formuladeildini afturat. Serliga við teimum avbjóðingum, sum B36 kann geva honum. Men tað er ein avgerð, hann hevur tikið, og sjálvandi skal hann fara, sigur Heðin Askham við heimasíðuna hjá B36, sum fegnast møguleikan, Odmar Færø hevur fingið. - Odmar hevur uttan iva førleikan at sleppa á besta liðið hjá Brøndby, leggur Heðin Askham afturat á heimasíðuni hjá B36.