Í gjár kom ein fráboðan um harðskap ímóti einum starvsfólki í Rúsdrekkasølu Landsins í Havn. Har var ein persónur, sum starvsfólkini mettu vera ov ávirkaðan til at sleppa at keypa í Rúsuni. Og tað er sum lógin sigur. Er tú sjónliga ávirkaður, so kanst tú ikki keypa rúsdrekka.
Hesin persónurin gjørdist sera firtin, og tað gekk út yvir eitt starvsfólk í Rúsuni.
Tey ringdu fyrst til løgregluna at spyrja, hvussu tey skuldu bera seg at, og seinni ringdu tey og meldaðu tilburðin. Løgreglan fór á staðið, men tá var persónurin farin. Avhoyringar eru gjørdar, og løgreglan hevur fingið upptøkur frá vakmyndatólum, sum greitt vísa støðuna. Og tey vita eisini, hvør persónurin er, sum kann vænta sær, at løgreglan skjótt pikkar á dyrnar.