Súsan í Jákupsstovu og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard skipaðu listaframsýningina og høvdu framløgur um ull.
Har vóru verk eftir Astrid Andreassen, Ásu Hátún, Poulinu Jóannesardóttir, Súsan í Jákupsstovu, Ragnhild Hjalmardóttur Højgaard, Jórun Høgnesen, Guðrun & Guðrun, Thorup Copenhagen og Neysting.
Har var stúgvandi fult av fólk, tá Finn Kjølbro hevði eina stutta frágreiðing um Klaksvíkar Ullvirki, sum J. F. Kjølbro setti á stovn í 1946. Eisini greiddi Maria Klein frá søguni hjá Norðoya ullvirki, ið Mona Olsen stovnaði í 1966.
Súsan í Jákupsstovu greiddi frá sínum royndum við at nýta ull í list, og hvørjar møguleikar hon sær í hesari serføroysku rávøru.
Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur gjørt fleiri stórar listprýðingar seinastu árini, og hon greiddi frá, hvussu hon kveikir nýtt lív í føroysku ullina.
Eisini vístu Ingibjørg Lützen, Anne Sophie Nordendal og Jóvør Sumberg Olsen siðbundna háttin at virka ull, og filmurin The Wool Islands eftir Sissal Kristiansen varð sýndur.
Ein annarleiðis framsýning við rúgvusmiklari skrá, har eisini eitt týskt filmslið var við og tók upp. Nógv fólk høvdu leitað sær til hesa serstøku og annarleiðis framsýning í Spinnarínum.
##med3##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##