Øðrvísi várdagar í Vágs kommunu

Í døgunum 17. til 31. mai verða Várdagar í Vági. Tað er Vágs kommuna og partar av vinnulívinum í Vági, sum eru saman um hetta átak.

 

 

Í Vágs kommunu siga tey, at ætlanin við átakinum er, at kommuna og borgarar fara at fríðka um og gera klárt til summarið. Vinnulívið, sum er við í átakunum, ger sítt til, at hetta betur letur seg gera. 

 

Lagt er upp til, at borgarar fara at fríðka um heima hjá sær sjálvum. Fríðkanin kann verða alt frá at reinsa flisar fyri ókrút til at mála stakit ella planta blómur í havan. Tað er hvør borgari í sjálvum sær, sum ger av, hvat viðkomandi ger.

 

- Kommunan fer eisini at gera sítt til, at býurin verður fríðkaður og gjørdur summarklárur. Soleiðis fara arbeiðsmenn hjá kommununi eitt nú at planta í blómubeðini kring um í kommununi.

 

Vágs kommuna fer at bjóða borgarum ókeypis plantupakka, sum kemur frá Skógrøkt Landsins, eins og træspónir kunnu fáast ókeypis.

 

- Tað er avmarkað nøgd av plantupakkum. Tey, sum ynskja sær ein plantupakka, verða biðin um at senda ein teldupost til Miðlatún: info(at)vagur.fo og viðmerkja navn og bústað. Plantupakki og posar við træspónum verða at fáa uttan fyri Miðlatún mikudagin og hósdagin, 19. og 20. mai.

 

Lagt er eisini upp til, at sálarlig heilsa og ABC koma við í átakið. Borgarar, familjur og grannaløg kunnu fyriskipa tiltøk og dagar, har fólk eru er saman, hugbundin og virkin. Her kann eitt nú skipast fyri grannakaffi - ella, at familjur saman hava nakrar hugnaligar dagar í havanum.

 

- Várdagar í Vágs kommunu byrja mánadagin komandi, 17. mai, og teir halda fram í 15 dagar til hin 31. mai. Í hesum døgum skipa Vágs Litbúð, Tangavirkið, Mangt & Hvat og Vágs Timburhandil fyri útsølu av ymiskum vørum, sum hóska til átakið. Hesir handlar fara hvør sær at lýsa við útsølum.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at Miðlatún eisini fer at skipa fyri trimum kappingum, har vinningar verða útlutaðir. Kappingarnar verða á Facebook-síðuni hjá Miðlatúni, og nærri kunning kemur um hesar teir næstu dagarnar. Í høvuðsheitum snúgva kappingarnar seg um at gera ABC-búmerkið á ein kreativan hátt, deila eina mynd frá Várdøgunum og at vísa, hvat fólk hava endurplantað.

 

- Endurplanting merkir, siga tey í Vágs kommunu, at fólk endurnýta lívrunnið tilfar - at tey eitt nú planta steinar úr einum súrepli í mold og fáa hetta at veksa. Tað er bert hugflogið, sum setir markið, verður lagt aftrat.

 

##med2##