Øðrvísi vika í Vestmanna við ókeypis tiltøkum

Í Vestmanna leggja tey dent á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið næstu vikuna

Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu, og her eru øll boðin við.

 

- Frá hósdegnum 12. juni til og við fríggjadagin 20. juni skipar kommunan fyri ymiskum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið.

 

Í Vestmanna vísa tey á, at kommunan er partur av átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu.

 

Átakið byggir á tríggjar súlur fyri at fremja góða sálarheilsu - at vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin.

 

- Í eina góða viku verða tit boðin til tiltøk, sum byggja undir hetta. Harumframt verður eisini varpað ljós á umhvørvið hesaferð. 

 

Skipað verður fyri einum serligum endurnýtsluátaki í Skilagott.

 

- Her verður ein knúsari settur upp til elektronik, og har fólk á staðnum greiða frá, hvussu burðardygg og trygg niðurbróting av elektronikki fer fram.

 

Í Vestmanna verður eisini plantuumbýting í viðarlundini, og tú fært møguleika at læra at seyma pløgg úr endurnýtslutilfari. 

 

- Av rørslutiltøkum verður alt frá dansi, dipping og venjingum til gongutúrar, verkstovur og fríspæl, har bæði ung sum eldri kunnu vera við.

 

Úr Vestmanna verður sagt, at øll tiltøk á umhvørvis-og rørsludøgunum eru ókeyps, samstundis sum øll tiltøkini eru almenn.

 

Á heimasíðuni - www.vestmanna.fo - sær fullfíggja skrá fyri umhvørvis-og rørsludagarnar, sum í eina viku verða í Vestmanna.