Fegnir spælarar og viðhaldsfólk teirra í Berlin eftir dystin millum Føroyar og Noreg undir EM í januar Myndir: Ritzau

Øll atgongumerkini til dystin ruku upp á 10 sekund

Tað gekk øgiliga skjótt at selja øll atgongumerkini til manshondbóltsdystin millum Føroyar og Norðurmakedonia, sum verður spældir í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19

 

Fegnir spælarar og viðhaldsfólk teirra í Berlin eftir dystin millum Føroyar og Noreg undir EM í januar Myndir: Ritzau

– Klokkan 12:00:10 tann 23. februar vóru øll atgongumerkini farin. 

Soleiðis segði Hallur Danielsen frá hondbóltssambandi Føroya við in.fo hendan dagin, tá atgongumerkini vórðu sett til sølu. Tað var klokkan 12:00.

Hóast tað gekk so skjótt at selja tey 850 atgongumerkini, so vóru tey ikki veruliga seld, men eftir 10 sekundum, so høvdu fólk »lagt seg á« øll atgongumerkini, greiddi Hallur Danielsen frá.

Hvør keypari kundi keypa seks atgongumerki, og tey hjá HSF sóu, at minst 2.000 persónar høvdu verið inni og roynt at keypt atgongumerkir.

Hallur Danielsen greiddi frá, at tilgongdin við at keypa atgongumerki var eitt sindur fløkt. Tí fólk logga seg á og bíleggja atgongumerkini. Men so skulu tey rinda, og av tí at Nets júst hevði broytt gjaldingarháttin við at tú skalt hava eitt loyniorð afturat, so hava fleiri helst havt trupulleikar av tí.

– Vit sóu tí, at nøkur atgongumerki komu innaftur og fóru aftur til sølu. Soleiðis var nakrar ferðir, men upp á fáar minuttir, so vórðu øll atongumerkini seld.

 

Fegnir spælarar og viðhaldsfólk teirra í Berlin eftir dystin millum Føroyar og Noreg undir EM í januar Myndir: Ritzau