- Fólk eru spent eftir, at umstøðurnar í bátahavnini fara at gerast betur, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri, sum bjóðar øllum vælkomnum á várdagar og bátafestival. Mynd: Álvur Haraldsen.

Øll eru vælkomin í okkara kommunu 

Nes kommuna er vaksin við umleið 250 nýggjum borgarum seinastu fimm árini, og borgarstjórin heldur, at fólk sum heild trívast væl í kommununi.

 

- Fólk eru spent eftir, at umstøðurnar í bátahavnini fara at gerast betur, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri, sum bjóðar øllum vælkomnum á várdagar og bátafestival. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Jú, tað kemur fyri, at tú kennir ikki øll, tú møtir á leiðini, nú kommunan er vaksin so nógv seinastu fimm árini. Men, eg haldi ikki, at nakað negativt er við hesum. Tað er hugaligt, at fólk velja at seta seg niður og her hjá okkum, og eisini nýggir borgarar skulu vera hjartaliga vælkomnir.

 

Tað sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sum eftir at kommunan nú hevur fleiri enn 1500 borgarar, hevur tikið býarheitið.

 

- Vit hava havt stóran fólkavøkstur. Her er nógv bygt, og her fer at verða nógv bygt tey næstu árini, tí bæði størri og smærri íbúðarverkætlanir eru í gongd í løtuni. 

Umframt at kommunan seinastu árini hevur selt nógv kommunal grundstykki, og bygt er fleiri staðni í kommununi, hevur byggifyritøkan KBH fyrst bygt 18 leigu-og lutaíbúðir fyri Bústaðir, og síðan hava KBH sjálvir bygt og selt 16 eigaraíbúðir.

Súni í Hjøllum vísir á, at KBH í løtuni er í holt við eina spennandi verkætlan við randarhúsum innarlaga á Høganesvegnum, og fyritøkan Skákið hevur júst sett sjøtul á eina stóra byggiverkætlan við Regnavegin, har ætlanin er at byggja umleið 70 íbúðir. 

- Aðrar byggiverkætlanir eru eisini í gongd í kommununi, leggur hann aftrat.

 

Í Nes kommunu eru kirkjur, og her eru samkomuhús, sum gera eitt gott ungdómsarbeiði. Her er nógvir ítróttaraktivitetir við eitt nú fótbólti, flogbólti, svimjing og kurvabólti. 

- Tað er vinsælt fólk, sum býr í kommununi, og tað er mín vón, at øll, sum koma til bygdar og velja at seta seg niður her, kunnu kenna seg væl móttikin, sigur Súni í Hjøllum.

Hann vísir á, at seinastu fimm árini er fólkatalið í kommununi vaksið við sløkum 250.

- Í flestu førum hevur í minsta lagi annar parturin tilknýti til økið, men her hava eisini fólk valt at búgva, sum frammanundan einki tilknýti høvdu, sigur borgarstjórin.

Nú várdagar eru hesa vikuna, og bátafestivalur verður leygardagin, heldur Súni í Hjøllum, at hesi tiltøk eru eitt gott høvi til hugna og samveru.

- Vit hava eisini eina aktiva heimasíðu, har vit leypandi royna at kunna um ting, sum henda í kommununi.

 

Tað hendir nógv í Nes kommunu, men nú bátafestivalur verður leygardagin, kunnu vit halda okkum niðri við havnalagið.

- Fólk eru spent eftir, at umstøðurnar í bátahavnini í Oyrunum fara at gerast betur. Vit eru í løtuni í holt við at leingja pierin inneftir, og tá vit eru komin longur, verður innsiglingin til bátahavnina inni við Saltsøluna. 

Bátahavnin er ikki kyrr sum er, og her er ov lítið bátapláss.

- Vit skulu hava meira brúgvapláss í bátahavnini, eins og vit skulu skipa eitt fríøki Inni á Rætt, sum er partur av verkætlanini um hesar leiðir.

Nes kommuna arbeiðir eisini við at veksa um ídnaðarøkið innanfyri Saltsøluna. 

- Her er sprongt og planerað, og nú íbúðarverkætlanin við Regnavegin so smátt er farin í gongd, fáa vit grót oman, sum eisini verður lagt út her inni.

Borgarstjórin sigur, at tað er stórur áhugi fyri ídnaðarøkinum, og kommunan hevur fleiri fyrispurningar um økið.

- Vit fara sjálvandi at seta reglur fyri, hvat virksemi kann verða her, og her verður ikki dálkandi virksemi, sigur hann.

 

At enda ynskir borgarstjórin at bjóða øllum vælkomnum til várdagar og bátafestival í Nes kommunu. 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og tað er okkara vón, at hetta verða nakrir góðir og gevandi dagar, og at vit fáa ein góðan bátafestival leygardagin, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri.

 

 

 


 

 

- Fólk eru spent eftir, at umstøðurnar í bátahavnini fara at gerast betur, sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri, sum bjóðar øllum vælkomnum á várdagar og bátafestival. Mynd: Álvur Haraldsen.