Hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, heimildirnar til at nokta Samtakinum Sjófeli 15.000 tons av makreli í 2012?
Tað er hetta, sum Føroya rættur viðgerð í dag og í morgin.
Tað er Líraberg við Óla Jacobsen, sum hevur stevnt Fiskimálaráðnum í hesum máli og krevur 375.000 krónur í endurgjaldi og 375.000 krónur at býta út til manningina.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Leo Poulsen greiða frá rættarmálinum.
Viðgerðin í Føroya rætti heldur fram í morgin.
Les eisini Jacob hevði heimildirnar í lagi