Øll frystilínuskipini eru til fiskiskap

- Streymurin verður góður, men veðurútlitini eru ikki tey bestu.

Í løtuni er bara eitt størri og tvey smærri ísfiskalínuskip til fiskiskap. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

- Tey smærru skipini koma inn at landa fyrst í komandi viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Meðan fá ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni, eru í staðin øll frystilínuskipini úti.

 

- Streymurin verður góður, men veðurútlitini eru ikki tey bestu. Tískil verður ikki roknað við nógvum úróðri teir næstu dagarnar. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey kortini, at nakað av útróðri verður, og útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.