Tað er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni, og teir koma inn at landa í hesi vikuni.
- Teir fáa mest av hýsu og toski.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onnur ísfiskalínuskip fara út, tá veðrið batnar.
- Øll frystilínuskipini eru til fiskiskap, og okkurt av skipunum kemur inn at landa í vikuni.
Streymurin harðnar, sum henda vikan gongur, og veðrið verður heldur einki serligt.
- Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri hesa vikuna, verður lagt aftrat.