Øll í felag stríðst fyri hugsjónini

? Við so dugnaligum starvsfólkum er bert eitt at gera hjá okkum eigarum av hesum einkarbarni og tað er at stuðla teimum, og tá kann bert ganga ein veg og tað er frameftir, segði Petur Kruse, bygdaráðsformaður, m.a. á 10 ára hátíðarhaldinum hjá Atlantic Airways leygardagin

? Vit í Vágum verða ofta skýrd at verða »lokal« við ymiskum týdningum og vendingum, sum vit á staðnum ikki altíð góðtaka, men í dag ætli eg mær at vera »lokalur« og tá føðingardagsbarnið býr og virkar í okkara kommunu, fari eg okkara vegna at bera tykkum eina heilsan.

? Javnan verða vit øll boðin í føðingardag og eru glað at heiðra føðingardagsbarninum, kanska enn meira tá tað er ein av okkara nærmastu ella eitt av okkara børnum, íð hevur ein tílíkan dag, og má hetta sigast at verða kenslan í dag, vit eru samlaði til 10 ára hátíðarhald hjá Atlantsflog ? bert við tí muni, at í dag er tað ikki bara barnið hjá mær ella tær, nei føðingardagsbarnið í dag er einkarbarnið hjá okkum øllum, íð her eru samankomin, ja hetta er alra føroyinga ogn og fagnaðurin hareftir.


Hugarenslið á flog

? Ein slíkan dag átti hugarenslið at sloppið á flog uttan »turbulens«, helt Petur Kruse, bygaráðsformaður í Sørvági, tá ið hann flutti fram røðu sína.

Og víðari segði hann seg minnist aftur í tíðina, tá alt økið, har hangarin er og sum nú er eitt innilokað øki av natúrligum orsøkum, lá sum eitt opið land fyri børnum og var brúkt sum eitt spælipláss.

? Avbjóðingarnar á økinum vuksu við aldrinum og tó so, um vit ikki virðismettu arvin frá onglendingum betur enn so, so komu flogfør av og á. Tað vóru serstakar løtur og kunnu samanberast við móttøkuna Tjaldrið plagdi at fáa á havnakaj.


Afis-operatørur tá

? Fjarskiftistøknin var ikki, tað hon er í dag ,og tí gekk tað sum rótasúpan runt at flúgvari kom langt frammanundan, og maður av húsi á flogvøllin at bíða í tolni.

? Tað var uppgávan hjá Kristiani Larsen sýslumanni sála at verða »afis-operatørur«, og tá flogfarið nærkaðist var hansara størsta uppgáva at fáa øll hesi forvitnu fólkini burturfrá lendingarbreytini, men tað skal sigast, at við hansara tignarliga myndugleika fekk hann ? um ikki altíð líka skjótt ? rikið okkum til síðis, ja enntá fluttu suðurtriðingsærnar seg niðanfrá, soleiðis at hesin metalfuglur kundi seta seg á vøllin.

? Nógv vatn er runnið í ánna síðan hasar hendingarnar, og mítt størsta ynski og vón á hesum hátíðardegi er, at menningin av okkara flogfelag heldur fram, og ætlanin um longjan av vøllinum saman við glíðivinklinum og fasta sambandinum um Vestmannasund verður sett í gongd nú.


Starvsfólkini tøkk

? Okkara flogfelag er 10 ár í dag og hjartað í felagnum ? starvsfólkini ? tykkum skal eisini berast ein heilsan. Uttan tykkum var onki felag í dag. Av tykkum umleið hálvthundrað hava enntá verið nøkur, sum hava verið við frá fyrsta degi av og sostatt slóðbrótarar innan hetta yrki.

? Tit hava øll í felagsskapi frá ovast til niðast stríðst fyri hugsjónini at hava okkara felag gangandi, og tit hava megnað at stýrt hetta felag gjøgnum truplar tíðir og víst á úrslit, sum vit bert kunnu fegnast um, men uttan tykkum dugnaligu og fryntligu starvsfólk var hetta ikki møguligt. Tit hava bygt upp eitt flogfelag úr ongum til ein stovn, íð hevur virðing millum manna langt út um landoddarnar. Við so dugnaligum starvsfólkum er bert eitt at gera hjá okkum eigarum av hesum einkarbarni og tað er at stuðla teimum, og tá kann bert ganga ein veg og tað er frameftir.

? Eg skal til seinast bera tykkum ? nevnd, stjórn og starvsfólkum ? eina heilsu frá Sørvágs kommunu, hjartaliga tillukku á 10-ára føðingardegnum við ynskinum um Harrans signing í framtíðini og blíðan byrð undir veingirnar, segði Petur Kruse at enda í røðu síni í hangarinum leygardagin.