Øll sambýli og ellisheim skulu steingjast

- Tað einasta rætta er, at øll ellisheim og øll eldrasambýli í Føroyum, verða stongd.

Tað heldur Finnur Johansen, formaður í pensjonistafelagnum í Havn, og  nevndarlimur í Landsfelagnum hjá pensjonistunum.

 

Hetta sermerkta sjónarmiðið legði hann fram á fundi hjá felagnum Eldramáli, í Miðvági.

 

Hann heldur, at tað ræður um at fáa sum mest burtur úr játtanini til eldraøkið.

Hann heldur somuleiðis, at tað, vit kalla heimahjálp, er at kalla ikki til.

 

- Orsøkin til tað er, at vit brúka pengarnar til onnur endamál. 

 

- Eg havi sagt tað áður: Tað einasta rætta er at steingja sambýli og ellisheim.

Finnur Johansen sigur, at verður tað gjørt, hevur Nærverkið einar 150 milliónir krónur afturat at arbeiða við.

 

- Tað fáa vit nógva heimahjálp fyri og eg dugi ikki at síggja nakran annan møguleika, staðfestir hann.

 

Hann er greiður yvir, at tað gerst ikki frá degi til dags, tí tey, sum búgva á sambýlum, mugu sleppa at verða verandi..

 

- Nógv teir flestu pensjónistarnir klára seg sjálvir og nógvir afturat klára seg við eitt sindur ab hjálp. 

 

Hann sigur, at tað eru kanska einir 1000 pensjónistar, sum ikki klára seg sjálvar.

 

- Tað fyrsta, vit eiga at gera, er, at strika hugtakið eldrasambýli og ellisheim. Ístaðin skulu vit hava røkytarheim, til tey, sum ikki klára seg.

 

Finnur Johansen væntar, at tá ið kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, fara tær at sanna, hvat eldraøkið veruliga kostar.

 

- Og tá skulu tær nokk finna út av at steingja sambýlini, sigur Finnur Johansen.