Øll sum eiga byrsu skulu nú á vápnaskeið

Nú sleppur ongin at skjóta fugl ella haru, uttan at hava verið á skeiði og fingið vápnaprógv

Nú skulu øll, sum ogna sær byrsu, á trygdarskeið, og fáa prógv í, at tey eru skikkað at handfara byrsu.

 

Føroyska vápnalógin er broytt og nú verður tað ein treyt, at øll, sum eiga byrsu, skulu á vápnatrygdarskeið.               

 

Skeiðið er bæði í teori og í skjótivenjing og tilsamans varar skeiðið í níggju tímar, seks tímar í teori og tríggir tímar í skjóting.

 

Á skeiðnum fáa tey kunning um vápnalógina, og hvat er lóglig og ikki lógligt. Samstundis fáa tey kunning um byrsur, lóður, kalibur, boring, kamarslongd, og um, hvussu ein høglbyrsa er sett saman.

 

Tey fáa eisini skeið í, hvussu tey seta byrsu frá sær og taka hana upp, um trygdarstøður, trygdarvinklar og um, hvussu tey geva boð um trygd.

 

Somuleiðis fáa tey at vita, hvussu byrsa og lóður skulu goymast og um skjótiteknikk. Tey læra um, hvat eyga tað riggar best at brúka og um, hvussu tey leggja upp fyri og meta um, hvussu langt burtur eitt mál er, umframt um tryggleika í báti og uppi á landi.

 

At enda fáa tey eisini skeið í veiðilógini, áðrenn tey fara til skjótivenjingar.