Løgtingið hevur í morgun samtykt, at verður avgjaldsfrítøkan á elbilar avmarkað til 200.000 krónur. Endamálið við avgjaldsfrítøkuni hevur verið at fremja grøna orkuskiftið og ikki lata stuðul til at keypa »dýrar bilar«, sum tey málbera seg í uppskotinum.
Broytingin ber í sær, at el- og vetnisbilar frá 1. apríl 2024 skulu rinda eitt virðisgjald av tí partinum av CIF-virðinum, sum fer upp um 200.000 krónur.
Sambært lóggávuni higartil hava persónbilar, sum nýta ravmagn ella vetni til framdrift, avgjaldsfríir til og við 31. desember 2024. Frá 1. januar 2025 skulu hesi akfør rinda eitt stigvíst hækkandi avgjald. Í 2028 og fylgjandi ár er avgjaldið 30% av avgjaldsskylduga virðinum til og við kr. 100.000 og 45% av avgjaldsskylduga virðinum oman fyri 100.000 krónur.
Endamálið við uppskotinum, sum nú er samtykt, var at leggja avgjald á bilar, sum nýta ravmagn ella vetni til framdrift, skjótari enn galdandi lóggáva ásetir.
Uppskotið broytir verandi áseting um avgjaldsfrítøku fyri persónbilar, sum nýta el ella vetni til framdrift, nakað. Í mun til galdandi løgtingslóg ber broytingin í stuttum í sær, at elbilar frá 1. apríl 2024 skulu rinda eitt virðisgjald á 45% av tí partinum av CIF-virðinum, sum fer uppum 200.000 krónur.
Vinnuhúsið sigur í hoyringsskrivi, at um allir el- ella vetnisbilar, sum hava eitt avgjaldsskyldugt virði á meira enn 200.000 krónur eru luksusbilar, so eru tað einans ein lítil partur av skrásettu elbilunum seinastu 10 árini, sum ikki eru luksusbilar. Hetta sæst eisini í hagtølunum í viðmerkingunum til lógaruppskotið, skrivar Vinnuhúsið.
– Broytingin fer tí sum heild at dýrka um elbilar og harvið minka um eftirspurningin eftir teimum, heldur Vinnuhúsið.
Vinnuhúsið heldur tað eisini verið óheppið, at avgjøldini á el- og vetnisbilar, sum longu eru broytt einaferð fyrr í ár, nú aftur verða broytt við stuttum skotbrá.
– Tað tykist sannlíkt, at henda knappliga broytingin hevur samband við fíggjarlógararbeiðið fyri 2024, tí tað verður í viðmerkingunum ikki grundgivið fyri, hví tað longu nú er neyðugt at víkja frá teimum broytingum í skrásetingargjøldunum, sum vórðu samtykt í februar í ár, skrivar Vinnuhúsið.