Øll trý vórðu afturvald

Landsfelag Pensjónista hevur havt aðalfund og har skuldu eisini tríggir nevndarlimir veljast. Felagið sigur í einum tíðindaskrivi, at  tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, Beate L. Samuelsen, Ingeborg Vinther og Elna Lamhauge Strøm, og tær vórðu allar tríggjar afturvaldur í nevndina.  Jákup Hummeland, Martin Rasmussen og Vibeke Ingvarsson vóru vald til varalimir.

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis, at Beate L. Samuelsen er forkvinna og Ingeborg Vinther er næstforkvinna. Nevndarlimirnir eru, Elna Lamhauge Strøm, Alfred Olsen og Hans Jacob á Kósini.

 

Á myndini eru tey, Aftast frá vinstru: Hans Jacob á Kósini, Alfred Olsen, Vibeke Ingvarsson og Jákup Hummeland. Miðraðið frá vinstru: Beate L. Samuelsen, Ingeborg Vinther og Martin Rasmussen. Fremst: Elna Lamhauge Strøm.