Øll yvir 50 ár skulu nú koppsetast í Italia

Frá 15. februar at rokna verður álagt 28 miljónum italienarum at lata seg koppseta móti koronuvirus.

 

Í Italia ætla politisku myndugleikarnir nú, at øll, sum eru 50 ár og eldri, skulu lata seg koppseta móti koronuvirus frá 15. februar í ár at rokna. Kravið verður galdandi fram til hin 15. juni í ár.

 

Tað upplýsir italska stjórnin í dag.  

 

- Vit ynskja at steðga smittuni og vilja mæla italienarum, sum enn ikki hava latið seg koppsett, um at fáa tað gjørt, sigur landsins forsætisráðharri, Mario Draghi, í einari fráboðan.

 

Hann leggur aftrat, at stjórnin hevur valt at hava fokus á tann aldursbólkin, sum er í størsta vanda fyri at gerast innlagdur á sjúkrahús, og hetta verður gjørt fyri minka um trýstið á sjúkrahúsverkið og fyri at bjarga mannalívum. 

 

Í Italia er frammanundan krav, at heilsustarvsfólk, løgreglufólk, fólk í herinum og starvsfólk í skúlum skulu vera koppsett. Í einari roynd at minka um smittuspjaðingina, hevur Italia eisini sett krøv upp koppseting í samband við ymiskar frítíðaraktivitetir. 

 

Nýggju krøvini, sum gerast galdandi frá 15. februar at rokna, fevna bæði um fólk, sum eru til arbeiðis og fólk, sum ikki eru til arbeiðis.

 

Sambært Ritzau verður einki sagt um, hvør sektin verður, um boðini hjá italsku stjórnini ikki verða fylgd.

 

Frá 15. februar at rokna skulu øll, sum eru 50 ár og eldri, hava eitt gyldugt koppsetingarpass fyri at kunna fara til arbeiðis. 

 

Í endanum av desember boðaði italska stjórnin eisini frá, at frá 10. januar í ár at rokna verður koppsetingarpass eitt krav fyri at kunna brúka almenna ferðslu, sleppa á hotell, matstovur og venjingarmiðstøðir.

 

Frammanundan hevur kravið verið, at fólk skulu vísa fram eitt koronupass, sum eisini skuldi kunna prógva, at fólk nýliga eru vorðin staðfest negativ fyri koronuvirus.

 

Eins og mong onnur lond í Evropa, hevur stór smittuspjaðing eisini verið í Italia seinastu tíðina, og í dag vórðu skrásettir 189.000 nýggir tilburðir í landinum - og 170.000 í gjár.

 

Tilsamans hevur Italia við sínum umleið 60 miljónum íbúgvum, 1,4 miljónir aktivar smittutilburðir í løtuni. Umleið 28 miljónir fólk í landinum eru 50 ár og eldri.

 

Italia var tað evropeiska landið, sum varð fyrst rakt av farsóttini, og hetta var í byrjanini av 2020. Framvegis telist Italia millum tey lond, sum hava størsta deyðstíttleika vegna koronu - við fleiri enn 138.000 deyðum.